< SØK INN NÚ, FREIST 1. NOVEMBUR !
09.10.2019 16:42 Age: 10 days

Námsfrøðihjálpari - óvist nær byrjað verður


Enn er óvist nær námsfrøðihjálparaútbúgvingin byrjar á Heilsuskúlanum.

Myndugleikarnir hava upplýst, at tað enn nøkur viðurskifti, ið skulu fáast í rættlag, áðrenn byrjast kann við útbúgvingini.Tí verður ikki byrjað í januar 2020 og óvist er annars, nær byrjað verður.

Heilsuskúlin fer at upplýsa her á heimasíðuni, tá søkjast kann inn á útbúgvingina.

Sostatt er at fylgja við á heimasíðuni, um áhugi er fyri útbúgvingini.