Umsøkjari, ið ikki uppfyllir krøvini til upptøku

Fleiri, ið søkja til heilsuhjálpara, hava ov lítið av skúlagongd, t.d. bara 7. flokk. Tá hevur ein ikki førleika at sleppa inn.  Kravið er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir, ella 10. flokkur. Onnur hava ikki nóg góðar førleikar í føroyskum ella donskum.

Tað er møguleiki at taka nakrar lærugreinar, sum kunnu geva betri førleika at søkja inn.

15. mars á hvørjum árið, ber til at melda seg til sum sjálvlesandi í fleiri fólkaskúlum. Um freistin er farin, kann vera at tú kortini kann melda til, set teg í samband við fólkaskúlan har tú ætlar at lesa.

 

Tilmelding fer fram her:

[ www.innskriving.fo ]

 

Um tú manglar 9. flokk, vel minst 3 lærugreinar millum tær nevndu niðanfyri, og skúla tú meldar til hjá. Ring til skúlan, tú hevur meldað til hjá og spyr um hvussu tú skalt fyrihalda tær. 

Føroyskt

Danskt

Enskt

Náttúrulæra ella líknandi lærugrein. (biologi, alis- evnafrøði ella matematik) 

 

 

Lestrarvegleiðarin á Heilsuskúlanum kann vegleiða um tilmelding til sjálvlestur.

 

Sjálvlestur merkir: At ein skal upp til próvtøku í fullum pensum, men hevur ikki møtiskyldu til undirvísingina. Ein fer til próvtøku saman við 9. ella 10. flokks næmingum.

 

 

 

Eisini ber til at taka nakrar 10. flokks staklærugreinar í Tórshavnar og Runavíkar kvøldskúla og betra møguleikarnar fyri upptøku.  

http://www.als.fo 

(Les undir skeið)