Umsøkjari, ið ikki hevur 9. flokk ella 10. flokk

Fleiri, ið søkja til heilsuhjálpara, hava ov lítið av skúlagongd, t.d. bara 7. flokk. Tá hevur ein ikki førleika at sleppa inn.  Kravið er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir, ella 10. flokkur. 

Tað er møguleiki at taka nakrar lærugreinar, sum kunnu geva førleika at søkja inn.

 

Melda til sum sjálvlesandi á 9. ella 10. floksstøði í fólkaskúlanum og tak nakrar lærugreinar í økinum har tú býrt. Lærugreinar, ið skulu til, eru á fólkaskúlastøði og eru í minsta lagi tríggjar av hesum:

Føroyskt

Danskt

Enskt

Náttúrulæra ella líknandi lærugrein. (biologi, alis- evnafrøði ella matematik) 

 

15. mars á hvørjum árið, ber til at melda seg til sum sjálvlesandi í fleiri fólkaskúlum. Vel minst 3 lærugreinar og skúla tú meldar til hjá. Ring til skúlan, tú hevur meldað til hjá, tá tú hevur meldað til.

 

Tilmelding fer fram her:

[ www.innskriving.fo ]

 

Lestrarvegleiðarin á Heilsuskúlanum kann vegleiða um tilmelding til sjálvlestur.

 

Sjálvlestur merkir: At ein skal upp til próvtøku í fullum pensum, men hevur ikki møtiskyldu til undirvísingina. Ein fer til próvtøku saman við 9. ella 10. flokks næmingum.

 

 

 

Eisini ber til at taka nakrar 10. flokks staklærugreinar í Tórshavnar og Runavíkar kvøldskúla og betra møguleikarnar fyri upptøku.  http://www.als.fo Les undir skeið.