Manglar tú 9. flokk?

 

Fleiri, ið søkja til heilsuhjálpara, hava ov lítið av skúlagongd, t.d. bara 7. flokk.

Tá hevur ein ikki førleika at sleppa inn.  

Kravið er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir, ella 10. flokkur.

 

Tú kann betra tínar møguleikar, uttan at ganga allan 9. flokk

Tað er møguleiki at taka 3 lærugreinar sum sjálvlesandi í 9. flokki. Tað kann geva møguleika at sleppa inn til heilsuhjálpara.

15. mars á hvørjum árið, ber til at melda seg til sum sjálvlesandi í fleiri fólkaskúlum.

Tilmelding fer fram á www.innskriving.fo

Ring til skúlan, tú hevur meldað til hjá og spyr um hvussu tú skalt fyrihalda tær. Um tú manglar 9. flokk, vel minst 3 lærugreinar millum tær nevndu niðanfyri.

Føroyskt

Danskt

Enskt

Náttúrulæra ella líknandi lærugrein. (biologi, alis- evnafrøði ella matematik) 

Lestrarvegleiðarin á Heilsuskúlanum kann vegleiða um tilmelding til sjálvlestur.

 

 

Sjálvlestur

Tú hevur ikki møtiskyldu til undirvísingina, lesur heima og letur allar uppgávur inn til skúlan. Ein fer til próvtøku saman við 9. ella 10. flokks næmingum.

 

Stakgreinalestur

Tú møtir til undirvísingina.

 

Aðrir møguleikar

Eisini ber til at taka nakrar 10. flokks staklærugreinar í Tórshavnar og Runavíkar kvøldskúla og betra møguleikarnar fyri upptøku.  

http://www.als.fo 

(Les undir skeið)

 

 

 

Ann hevði bert 7. flokk

 

Ann hevði bert 7. flokk tá hon søkti á Heilsuskúlan, og hevði arbeitt sum ófaklærd við røkt, í fleiri ár.

Hon tók nakrar lærugreinar í 9. flokki, fyri at taka heilsuhjálparaútbúgvingina, og eftir tað tók hon heilsurøktaraútbúgving.

Hon fekk frítøku frá einari starvsvenjing, tí hon hevði nógvar arbeiðsroyndir. 


Ann er sera glað fyri starvið hon hevur á fysiourgisku deild á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har hon arbeiðir við endurvenjing av innløgdum sjúklingum.