Søgur frá fyrrverandi næmingum

 

 

 

Hans Christian hevur fast starv á Boðanesheiminum

Samrøða við Hans Christian Danielsen, fyrrverandi næming á Heilsuskúlanum. 

Hans Christian var liðugur sum heilsurøktari í 2013. Hann trívist framúr væl í sínum starvi. Setanarbrøkurin eitur 0.8, men møguleiki er fyri at taka eyka vaktir.

Hans Christian hevur síðan hann var smádrongur ætlað sær hesa útbúgving. Hann ætlar at víðariútbúgva seg til fysioterapeut og heldur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava eina heilsurøktaraútbúgving frammanundan.

Hann hevur longu nomið sær eina grunnleggjandi vitan, sum hann kann gera sær dælt av, umframt hevur hann góðan møguleika at arbeiða og forvinna sær pening, meðan hann lærir.

Hans Christian hevur søkt at sleppa inn til fysioterapeut í februar komandi ár, men veit enn ikki, um hann sleppur inn.

Tá hann er liðugur sum fysioterapeutur, ætlar hann sær aftur at starvast innan eldraøkið sum fysioterapeutur.

Hans Christian hugsar ikki so nógv um, at flestu starvsfelagar hansara eru kvinnur. Fleiri av búfólkunum eru ikki so von við mannfólk og siga “góða” við hann, men tað tekur hann ikki so tungt.

Hans Christian heldur tað er sera mennandi og læruríkt at arbeiða við menniskjum.

 

 

 

Evi arbeiðir innan sjúkraflutningtænastuna

Samrøða við Evi Tausen, fyrrverandi næming á Heilsuskúla Føroya. 

 

Evi er útbúgvin heilsuhjálpari og sigur, at tað sum hevur hjálpt henni sera nógv í starvinum á LSH er, at hon hevur verið í samband við nógvar ymiskar borgarar, tá hon hevur verið í starvsvenjing.

Á Heilsuskúlanum fekk hon undirvísing í umsorgan, empati, sympati og hetta brúkar hon hvønn einasta dag í sínum starvi, tá hon hevur við sjúklingar at gera.

Á Heilsuskúlanum tók Evi eisini prógv í fyrstuhjálp og tað gjørdi tað lættari fyri hana, tá hon skuldi taka hetta aftur á LSH í samband við starvið.

Evi er enn ikki farin í holt við útbúgvingina sum behandlari, men tað verður í nærmastu framtíð. At nema sær útbúgving sum behandlari noyðast øll, sum starvast í sjúkraflutningstænastuni. Evi hevur enn ikki fingið fast starv, men væntar at tað verður heilt skjótt, tí hon er tann av avloysarunum, sum hevur starvast longst. Um hon ynskir fast starv, skal hon eisini megna ein fysiska roynd, sum krevur, at hon er í góðum formi.

Evi hevur altíð droymt um at arbeiða innan just hetta yrkið, men fyri fáum árðum síðani, so var hæddin á Evi ein forðing; hon var ov lítil. Tað gekk ikki, at 2 sjúkraflutingsfólk, sum vóru sera ymisk í hædd, skuldu bera eina børu saman, tí tað kundi ganga útyvir arbeiðstrygdina hjá starvsfólkunum. Hæddin er eingin trupulleiki í dag, tí útgerðin er so góð í sjúkrabilinum. At vera kvinna í hesum starvi er eingin forðing.

Tey arbeiða í 12 tímar, tá tey eru til arbeiðis og kann tað verða striggið til tíðir, men tey hava eisini góða frítíð.

Børnini hjá Evi halda tað er ordiliga kul, at mamma koyrir sjúkrabilin.

 

 

Les um:

Punktpraktikk í sjúkraflutningstænastuni

 

 

 

Annika arbeiðir innan sjúkraflutningtænastuna

Samrøða við Anniku Vang, fyrrverandi næming á Heilsuskúla Føroya. 

 

Annika sigur seg brúka sínar heilsuútbúgvingar frá Heilsuskúla Føroya hvønn einasta dag í starvinum sum sjúkraflutningsfólk á Landssjúkrahúsinum. 

Hon er bæði heilsuhjálpari og heilsurøktari. Heilsuhjálparaútbúgvingin gav henni grunnleggjandi vitan um tað at arbeiða við menniskjum og veitti henni vissu fyri, at tað var innan hetta økið, at hon vildi starvast. Heilsurøktaraútbúgvingin gav henni enn fleiri avbjóðingar og í starvsvenjingartíðarskeiðunum – á sjúkrahúsi, innan eldraøkið og innan pskykiatri – møtti Annika eini stórari fjøld av ymiskum sjúklingabólkum, just sum hon møtir hvønn einasta dag innan sjúkraflutningtænastuna.

At arbeiða innan sjúkraflutningstænastuna er sera avbjóðandi og uppgávurnar eru fjølbroyttar. Onkuntíð hjálpir Annika til á skurðgongini við at flyta sjúklingar og tá er umráðandi at duga at lyfta rætt.

Fyrstu ferð Annika søkti starv innan sjúkaraflutningtænastuna, var áðrenn hon hevði nomið sær útbúgvingar á Heilsuskúlanum. Hon fekk einki starv, men varð eggjað til at fara á Heilsuskúla, tí tað var ein fyrimunur. Annika gjørdi av at søkja á Heilsuskúlan og er sera fegin um hesa avgerð. Hon heldur, at tað hevði verið sera tungt at komið rættiliga inn í starvið uttan heilsuútbúgvingarnar.

Annika hevur útbúgvið seg víðari í starvinum og hevur tikið prógv sum behandlari. Tað var ikki so tungt hjá henni at nema sær hesa útbúgving, tí Annika hevði longu alla grunnleggjandi vitan innan t.d. anatomi, fysiologi og heilivág.

Tann útbúgvingin er í samstarv við eina fyritøku í Danmark, sum sendir undirvísarar til Føroyar. Tilsamans tók behandlara-útbúgvingin 8-9 mánaðir og endaði við eini próvtøku, sum vardi 1 heilan dag.

Tað hevur ikki verið so vanligt, at kvinnur arbeiða innan sjúkraflutningstænastuna. Annika kennir seg sera væl í sínum avbjóðandi starvi.

 

 

 

Reidar fast starv í sjúkraflutningstænastuni á LSH

Samrøða við Reidar Joensen, sum er útbúgvin heilsuhjálpari og heilsurøktari á Heilsuskúla Føroya.

Reidar tók hesar báðar útbúgvingar við tí fyri eyga, at hann vildi arbeiða í sjúkraflutningtænastuni. Hann sigur, at hann fær tvinnað allan sín lærdóm saman í sínum dagliga yrki á LSH.

Tíðin á Heilsuskúlanum var sera spennandi og avbjóðandi. Hann lærdi nógv fólk at kenna á Heilsuskúlanum. Hann var í einum sera góðum flokki við góðum samanhaldi og hevur samband við tey flestu enn. Eisini í starvsvenjingartíðarskeiðunum, tá hann kom víða, lærdi hann nógv fólk at kenna; bæði búðfólk, avvarandi og starvsfelagar.

Reidar er sera glaður fyri tann lærdóm, sum hann hevur nomið sær á Heilsuskúlanum og heldur sjálvur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri hann, at hann hevur lært so nógv um t.d. samskiftið, umsorgan, virðing o.s.fr. á Heilsuskúlanum. Hann kemur sum sjúkraflutningfólk í samband við sera nógv og ymisk menniskju, sum øll hava brúka fyri hansara yrkisførleikum. Sera umráðandi, at hann dugir at seta seg í teirra støðu og dugir at samskifta á rættan hátt.

Reidar hevur lesi- og skrivitrupulleikar og er sera takksamur fyri góðu hjálpina, ið hann fekk á Heilsuskúlanum. Eisini eftir loknan lestur, tá hann var farin í holt við útbúgvingina til behandlara, og hevði tørv á at fáa eina váttan frá Heilsuskúlanum

uppá sínar trupulleikar, so hann kundi fáa atgongd til alt tilfarið, sum hann skuldi lesa, á ljóðfíli. Heilsuskúlin hevur orðblindalærara, sum hevur myndugleika at skriva slíka váttanir.

Reidar heldur at hvør dagur og hvør einstøk støða er ein avbjóðing. Hann veit ongantíð, hvat verður á skránni og heldur tað er eitt sera spennandi starv.

Reidar  hevur nomið sær víðari útbúgving á LSH. Fyrst tók hann eitt skeið, sum eitur PHTLS. Hetta er ein stytting fyri pre-hospital trauma life support.  Les meira her www.cascadetraining.com/offered_classes/prehospital_trauma_life_support_ptls.cfm

½ ár seinni fór Reidar í holt við behandlara-útbúgvingina. Hann hevði rættiliga góðar stundir at lesa tá, tí hann var í pápa farloyvi. Tá farloyvistíðin var liðug, fór Reidar til arbeiðis aftur sum vanligt og 2 mánaðir seinni í starvsvenjing á ymsu deildunum á LSH. Hann var á B8, á skurðgongini og á skaðastovuni; alt sum liður í behandlara-útbúgvingini, sum hann nú er liðugur við. Reidar hevur funnið sína røttu hyll!

 

 

 

Ingun hevur funnið dreymastarvið á Landssjúkrahúsinum

Søgan um Ingun er ein sólskinssøga, tí Ingun hevur orðblindni og kravdi tað dirvið av henni at søkja inn á Heilsuskúla Føroya.

Ingun Kjærbo varð útbúgvin heilsuhjálpari í desembur 2010 á Heilsuskúla Føroya. Fyri fyrstu ferð í lívinum hevði hon vunnið ein stóran sigur, og tað var at taka eina útbúgving.

Tá hon byrjaði á Heilsuskúlanum var hennara sjálvsvirðið sera lágt. Tað kravdi nógv av henni at søkja inn á skúlan. Í dag er hon sera glað fyri, at hon megnaði at taka hetta avgerandi stig, ið hevur havt so stóran týdning fyri hana sum menniskja.

Ingun hevur ymiskar arbeiðsroyndir sum heilsuhjálpari og hevur henni dámt sera væl, men fyri uml. 2 árum síðani fekk Ingun ein son og lívið broytist heilt. Ingun var heima við soninum í nærum 2 ár. So smátt byrjaði hon at umhugsa at fara til arbeiðis aftur, men hevði heldur trupult við at venja sig við tankan um at arbeiða í vaktum við einum lítlum barni.

Brádliga sær Ingun eina lýsing frá sjúkaflutningstænastuni á Lansssjúkrahúsinum, sum søkti eftir einum inni-portøri til skurðdeildina. Lýsingina fann Ingun á portal.fo. Talan var um eitt fulltíðarstarv frá 8.00 – 16.00 gerandisdagar.

Kravið var ein heilsufaklig útbúgving og sum útbúgvin heilsuhjálpari lýkur Ingun hesi krøv og hon fekk starvið. 

Sum inni-portørur skalt tú hava nomið tær vitan um tagnarskylduna, sorg og kreppu, samskifti, duga at seta seg í støðuna hjá sjúklinginum, reinføri, smittuvandar, flytihættir, o.s.fr.  Fyrstu hjálparaskeið, sum var eitt krav, tók Ingun eisini á Heilsuskúlanum. 

Arbeiðsuppgávurnar hjá Ingun eru nógvar og umfata m.a. at koyra sjúklingar til og frá skurðstovuni.

Ingun ger millum annað seingjalegurnar klárar til ymsu sjúklingarnar og allar royndir, sum verða tiknar inni á skurðstovuni, hevur Ingun ábyrgdina av at bera á rætta stað t.d. til patologin.

Ingun kemur í samband við nógv ymisk menniskju, sum hava tað í felag, at tey hava brúk fyri viðgerð. Nógv av teimum eru í kreppu, tí tey hava fingið tyngjandi boð frá læknanum.

Tá er týdningarmikið at hava empati og duga at samskifta á rættan hátt. Sjúklingarnir eru bangnir og hava brúk fyri at tosa. Tá er uppgávan hjá Ingun at lurta og vísa, at hon er áhuga í tí, sum viðkomandi hevur uppá hjarta, vera tilstaðar og geva hondini eitt lítið klemm, tá tørvur er á tí.

Hesir eginleikar og fleiri aðrar, sum hon kann nýta í sínum starvi, hevur Ingun fingið vitan um undir útbúgvingini til heilsuhjálpara.

 

 

 

Tina hevur orðblindni

Tina sigur, at Heilsuskúlin veruliga hevur hjálpt henni at byggja upp sjálvsvirðið og hevur hetta sjálvandi ment hana sera nógv. 

Tina hevur orðblindni, men hetta tordi hon ikki at fortelja, áðrenn hon byrjaði á Heilsuskúla Føroya í 2005. Hon var afturhaldandi, men vildi so fegin nema sær heilsuhjálparaútbúgving og gjørdi av at royna. Hon fekk heilsuhjálparprógvið;  við góðum úrsliti og munandi hægri sjálvsvirði.

Tina fekk arbeiði á einum ellis- og røktarheimi og dámdi sera væl at arbeiða við eldri menniskjum og vera um tey. Men um hon vildi hava fast starv á ellis- og røktarheiminum, var kravið Heilsurøktaraútbúgving. Tina visti, at hon vildi arbeiða innan eldraøkið, so nú fór hon at umhugsa, um hon skuldi útbúgva seg víðari til heilsurøktara.

Í 2007 bleiv avgerðin tikin og Tina fór aftur í skúla. 

Orsøkin til, at hon ikki tordi at fortelja, at hon er orðblind, var reaktiónin hjá øðrum. Tina væntaði, at fólk hildu hana vera býtta. Men Tina skal bert hava sín lærdóm inn á ein øðrvísi hátt. Tina er ein sólskinssøga og var tað ein heilt serligur dagur, tá hon fekk prógv sum heilsurøktari.

Fleiri av okkum, sum starvast á Heilsuskúlanum, høvdu ein klump í hálsinum og gleddist saman við Tinu henda hátíðardag.