Starvið sum heilsustarvsfólk

Løtan tú ert saman...er løtan hjá borgaranum

”Eg var tilkallað at hjálpa einum starvsfelaga, tí ein borgari lá á gólvinum”. Har var sera nógv at arbeiða við, hann skuldi hava hjálp til alt…

Har var ongin kontakt við familjuna, børn ella fólk yvirhøvur uttan heimahjálpina. Og kallitólið var slitið, tí tað bleiv misbrúkt. Les meira..

 

 

Jóna er heilsuhjálpari og hevur starvast á Heiminum á Grønanesi

Jóna er útbúgvin heilsuhjálpari á Heilsuskúla Føroya. Henni dámar so væl at vera saman við eldri menniskjum. Tað er so stórur munur á hvørjum einstøkum menniskja og tað er nakað heilt serligt at uppliva. Øll eru uppá hvør sín máta og tað er so lívsjáttandi at síggja.

 

 

Ingun er heilsuhjálpari og arbeiðir sum inniportør á Landssjúkrahúsinum

Arbeiðsuppgávurnar hjá Ingun eru nógvar og umfata m.a. at koyra sjúklingar til og frá skurðstovuni.

Sum inni-portørur sigur Ingun, at hon skal hava vitan um at arbeiða við menniskjum, sum hava brúk fyri røkt, umsorgan og stuðli. Ein skal duga at seta seg inn í støðuna hjá sjúklinginum, sum ofta er illa fyri.

Tá er hon glað fyri at hava vitan um t.d. sorg og kreppu, samskifti, reinføri, smittuvandar og flytihættir og tagnarskyldu. Hetta eru alt førleikar sum hon hevur lært í útbúgvingini og sum hon dagliga brúkar í sínum arbeiði. 

Fyrstuhjálparaskeið, sum var eitt krav, tók Ingun eisini á Heilsuskúlanum. Kravið til starvið var ein heilsufaklig útbúgving, og sum útbúgvin heilsuhjálpari lýkur Ingun hesi krøv, og hon fekk starvið.

 

 

Heilsuhjálparaútbúgving, nógvir møguleikar

Sum heilsuhjálpari kanst tú arbeiða í eldraøkinum, sum persónligur stuðul, sum sjúkraflutningsfólk og fær møguleikar at útbúgva teg víðari. 

Tórur var bert 20 ára gamal, tá hann var liðugur sum heilsuhjálpari og var enn ov ungur at arbeiða sum portør, tí valdi hann at fara víðari til heilsurøktara.

Hesa avgerð er Tórur sera glaður fyri, tí í dag starvast hann sum heilsurøktari í psykiatriini og er hann sera glaður fyri sítt starv. Sum heilsurøktaranæmingur fert tú í starvsvenjing innan psykiatriska økið og varð Tórur beinanvegin sera hugtikin av økinum. Hann fall til beinanvegin, tí tað er eitt starv við spennandi avbjóðingum, har eingin dagur er líka.

 

 

Evi er heilsuhjálpari og arbeiðir innan sjúkraflutning

Evi Tausen er útbúgvin heilsuhjálpari frá Heilsuskúla Føroya. 

Hon sigur, at tað sum hevur hjálpt henni sera nógv í starvinum á LSH er, at hon hevur verið í samband við nógvar ymiskar borgarar, tá hon hevur verið í starvsvenjing sum heilsuhjálpari.

 

 

 

Heilsurøktarar í ymiskum størvum

Ann er heilsuhjálpari og heilsurøktari

Ann er í starvi sum heilsurøktari á fysiourgisku deild á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

Hon arbeiðir við endurmenning hjá sjúklingum, sum hava mist førleikar vegna sjúku, og hevur eisini uppgávur tá skómakari og bandagistar eru á deildini. Á myndini eru Ann og Malan, fysioterapeutur og undirvísari á Heilsuskúlanum. Ann fekk frítøku fyri eina starvsvenjing, vegna nógvar arbeiðsroyndir við røkt.

 

 

Hans Christian hevur fast starv á Boðanesheiminum

Hans Christian var liðugur sum heilsurøktari frá Heilsuskúlanum í 2013. 

Hans Christian hevur síðan hann var smádrongur ætlað sær hesa útbúgving. Hann ætlar at víðariútbúgva seg til fysioterapeut og heldur, at tað er ein stórur fyrimunur at hava eina heilsurøktaraútbúgving frammanundan. 

Hans Christian hugsar ikki so nógv um, at flestu starvsfelagar hansara eru kvinnur. Fleiri av búfólkunum eru ikki so von við mannfólk og siga “góða” við hann, men tað tekur hann ikki so tungt. Les meira

 

 

Annika er heilsuhjálpari og heilsurøktari og arbeiðir innan sjúkraflutning

Annika er heilsuhjálpari og heilsurøktari og sigur seg brúka førleikar úr hesum útbúgvingum hvønn einasta dag í starvinum sum sjúkraflutningsfólk á Landssjúkrahúsinum.

 

 

 

Sára er heilsuhjálpari og heilsurøktari, og nú útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur

Sára varð útbúgvin heilsuhjálpari og heilsurøktari, áðrenn hon fór á sjúkrarøktarfrøðiskúla.

Hon hevur altíð havt ein dreym um, at arbeiða við menniskjum, men visti ikki rættiliga innan hvat økið. Í 2005 søkti Sára inn á Heilsuskúla Føroya, tá hon var 17 ára gomul.

Tað hevur avgjørt sínar fyrimunir at hava bæði útbúgving sum heilsuhjálpari og heilsurøktari, tá ein gongur á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, serliga í praktiska partinum av útbúgvingini. Allar starvsroyndirnar, sum eg hevði nomið mær, komu mær avgjørt til góðar, tá eg skuldi í starvsvenjing sum sjúkrarøktarfrøðingur. Eg nýttist ikki at brúka somu orku sum floksfelagarnir uppá grundleggjandi røkt, men kundi ístaðin dýpa meg í økið, sum starvsvenjingin fevndi um. Harafturat fall tað mær sera lætt at vera um og saman við sjúklingum.

 

 

Reidar er heilsuhjálpari og heilsurøktari og hevur fast starv innan sjúkraflutning á LS

Reidar tók hesar báðar útbúgvingar á Heilsuskúlanum, tí at hann vildi arbeiða í sjúkraflutningtænastuni. Hann sigur, at hann brúkar vitanina frá Heilsuskúlanum dagliga í sínum arbeiði á Landssjúkrahúsinum.

Reidar hevur eisini orðblindni.

Reidar er sera glaður fyri tann lærdóm, sum hann hevur nomið sær á Heilsuskúlanum og heldur sjálvur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri hann, at hann hevur lært so nógv um t.d. samskifti, umsorgan, virðing o.s.fr. á Heilsuskúlanum. Hann kemur sum sjúkraflutningfólk í samband við sera nógv og ymisk menniskju. Sera umráðandi er, at hann dugir at seta seg í teirra støðu og dugir at samskifta á rættan hátt.

Reidar hevur lesi- og skrivitrupulleikar og er sera takksamur fyri góðu hjálpina, ið hann fekk á Heilsuskúlanum. Eisini eftir loknan lestur, tá hann var farin í holt við útbúgvingina til behandlara, og hevði tørv á at fáa eina váttan frá Heilsuskúlanum uppá sínar trupulleikar, so hann kundi fáa atgongd til alt tilfarið, sum hann skuldi lesa, á ljóðfíli. Heilsuskúlin hevur orðblindalærara, sum hevur myndugleika at skriva slíka váttanir.

Reidar  hevur tikið víðari útbúgving á LSH. Fyrst tók hann eitt skeið, sum eitur PHTLS. Hetta er ein stytting fyri pre-hospital trauma life support.  Les meira her www.cascadetraining.com/offered_classes/prehospital_trauma_life_support_ptls.cfm

½ ár seinni fór Reidar í holt við behandlara-útbúgvingina. Hann hevði rættiliga góðar stundir at lesa tá, tí hann var í pápa farloyvi. Tá farloyvistíðin var liðug, fór Reidar til arbeiðis aftur sum vanligt og 2 mánaðir seinni í starvsvenjing á ymsu deildunum á LSH. Hann var á B8, á skurðgongini og á skaðastovuni; alt sum liður í behandlara-útbúgvingini, sum hann nú er liðugur við. Reidar hevur funnið sína røttu hyll!

 

 

Heilsustarvsfólk til arbeiðis

Eg hoyrdi okkurt banka...

Tað var eitt kvøldi eg var til arbeiðis í útiøkinum. Eg hevði hjálpt einum borgara í song, sløkt ljósið og stongt hurðina. Tá eg var komin oman um húsini, hoyrdi eg eitt ”banka” inni. Mín samvitska segði mær, at eg skuldi venda inn aftur. 

Tá eg kom inn, var borgarin farin upp aftur og var dottin. So um eg hevði verið fráverandi og bara var farin avstað, hevði borgarin ligið á gólvinum til heimahjálpin kom morgunin eftir og støðan kundi verið sera álvarslig.... ja, eg kann ikki ímynda mær støðuna. Hetta eru jú eldri fólk vit hava við at gera, sum ofta eru veik.

Eg havi sett mær sjálvum eitt mál: Altíð at vera nærverandi og til staðar inni hjá borgaranum; líka til eg eri úti aftur. Er tíðin knøpp av einari ella aðrari orsøk, so lati eg ikki sama borgara merkja, dag um dag, at í dag eru ikki stundir til stórvegis prát. 

Søk inn freist 1. novembur ella 15. mars.