Persónligir førleikar

 

Útbúgvingarnar til heilsuhjálpara og heilsurøktara innihalda í málunum fyri útbúgvingarnar, krav um at  menna sínar persónligu førleikar í arbeiðshøpi, sum t.d. nevnt niðanfyri.

 

Allir næmingar fáa ein kontaktpersón á skúlanum, og samrøður verða hildnar javnan, har tosað verður um m.a. hesi viðurskfiti:

 

Persónligir førleikar ið arbeitt verður við kunnu vera:

  • mótvegis øðrum sýna ábyrgdarkenslu, virðing og innliving í yrkisligum høpi
  • tilvitan um egnar likamligar, sálarligar, sosialar og mentanarligar styrkir og sýna áhuga fyri at menna hesar
  • evni at geva øðrum umsorgan á nærverandi og yrkisligan, tryggan hátt
  • duga at samskifta greitt og siðiligt fyri betur at skilja hvønn annan
  • duga at samstarva og menna evni síni í hesum høpi fyri at gerast virkin á sínum

 

 Sosialir førleikar

  • vera við til at menna tilgongdina á einum arbeiðsplássi fyri at fremja felags mál og virði
  • duga virkin at samstarva við onnur
  • duga sjálvstøðugt at taka stig til at fremja felags arbeiðsloysnir
  • sýna virðing fyri øðrum í einum samstarvi, so felags mál verða rokkin
  • hava vilja at taka samábyrgd á einum arbeiðsplássi
  • hava fyrilit fyri ymiskleikum millum menniskju

 

Læringar- og menningarførleikar

  • innlit í egnar lærutilgongdir og sýna evni til støðugt at menna hesar 
  • vilji til áhaldandi og virkin at vera við í broytingartilgongdum
  • vera opin og skapandi í sambandi við broytingartilgongdir í umhvørvinum
  • nýta eftirmeting og sjálvseftirmeting sum amboð í egnari læringar- og menningartilgongd

 

Í útbúgvingarbókini liggur "persónliga útbúgvingarætlanin", ið ætlað til at arbeiða við persónligum førleikum, og hendan verður dagførd ígjøgnum alla útbúgvingina. Næmingurin fyllir sjálvur skjalið út, í samrøðum við kontaktlæraran á skúlanum, og  tá skúlin vitjar í starvsvenjingini.