
Persónligir førleikar
Útbúgvingarnar innihalda í kunngerðini fyri útbúgvingarnar, krav um at næmingurin kann menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar
Allir næmingar fáa ein kontaktpersón á skúlanum, og samrøður verða hildnar javnan, har tosað verður um m.a. hesi viðurskifti:
Persónligir førleikar, ið arbeitt verður við kunnu vera:
- mótvegis øðrum sýna ábyrgdarkenslu, virðing og innliving í yrkisligum høpi
- tilvitan um egnar likamligar, sálarligar, sosialar og mentanarligar styrkir og sýna áhuga fyri at menna hesar
- evni at geva øðrum umsorgan á nærverandi og yrkisligan, tryggan hátt
- duga at samskifta greitt og siðiligt fyri betur at skilja hvønn annan
- duga at samstarva og menna evni síni í hesum høpi
Sosialir førleikar
- vera við til at menna tilgongdina á einum arbeiðsplássi fyri at fremja felags mál og virði
- duga virkin at samstarva við onnur
- duga sjálvstøðugt at taka stig til at fremja felags arbeiðsloysnir
- sýna virðing fyri øðrum í einum samstarvi, so felags mál verða rokkin
- hava vilja at taka samábyrgd á einum arbeiðsplássi
- hava fyrilit fyri ymiskleikum millum menniskju
Læringar- og menningarførleikar
- innlit í egnar lærutilgongdir og sýna evni til støðugt at menna hesar
- vilji til áhaldandi og virkin at vera við í broytingartilgongdum
- vera opin og skapandi í sambandi við broytingartilgongdir í umhvørvinum
- nýta eftirmeting og sjálvseftirmeting sum amboð í egnari læringar- og menningartilgongd
Í útbúgvingarbókini liggur "persónliga útbúgvingarætlanin", ið ætlað til at arbeiða við persónligum førleikum og hendan verður dagførd ígjøgnum útbúgvingina. Næmingurin fyllir sjálvur skjalið út, í samrøðum við kontaktlæraran á skúlanum og tá skúlin vitjar í starvsvenjingini.
Amboðið "kurlurnar" verður nýtt til at fremja tilvitan um menning í persónligum førleikum. Sí Útbúgvingarbók.