Stytt útbúgving

 

Umsøkjari til heilsuhjálparaútbúgvingina.

 

Til tín við nógvum arbeiðsroyndum,

sum ófaklærd innan heilsu- og røktarfakið

 

 

Í januar mánaða á hvørjum árið, kanst tú søkja um styttri útbúgving til heilsuhjálpara, um tú hevur:

Váttan fyri minimum eitt ára arbeiði sum ófaklærd innan eldrarøkt, fulla tíð. 

Ella 2 ár hálva tíð.

Arbeiðsroyndirnar skulu vera innanfyri seinastu 5 árini.

 

Styttingin fer fram soleiðis

  • Tú byrjar í januar við 1. skúlatíðarskeiðið, 3 mánaðir.
  • Eftir tað skiftir tú yvir í ein eldri flokk, til 2. skúlatíðarskeið, og tekur soleiðis alla teori í einum, uml. 6 mánaðir íalt.
  • Síðani fert tú í starvsvenjing í 3 mánaðir. Starvsvenjingin kann liggja kring landið.
  • Endað verður við 2 próvtøkum í desembur.

 

Tú byrjar í januar og er liðug/ur í desembur. Hendan loysnin hevur minni flyting av bústaði við sær enn um tú tekur fulla longd, við steðgi í starvsvenjing 2

Vanliga vildi tú verið liðug/ur í mars mánaða árið eftir. 

 

Umsóknarfreistin er 1. novembur, sum til vanliga heilsuhjálparaútbúgving.

 

Arbeiðsváttan skal til og krøvini til hesa eru:

Tíðarskeiðið skal framganga týðiliga. (ikki neyðugt við lønar/tímaseðlum)

Tímatal ímeðal pr. viku ella mánaða, skal framganga av váttanini.

Undirskrivað av arbeiðsgevara.

Arbeiðið skal vera innan røkt, og skal hava verið við møguleika fyri upplæring frá heilsustarvsfólki. Uppgávurnar skulu vera sum tær uppgávur, ið ein heilsuhjálpari vanliga hevur.

 

Møguleiki er bert at søkja í januar, eftir hesari skipan. Freist 1. novembur.

Tú søkir eftir somu treytum sum vanligur umsøkjari. 

 

 

Aðrir møguleikar fyri frítøku fyri starvsvenjing:

Kann eisini fara fram við at tú fylgir sama flokki allan vegin í 15 mánaðir sum útbúgvingin vanliga varir. Tú heldur ein steðg í 3 mánaðar, tá fyrsta starvsvenjing byrjar. Tá kanst tú velja at arbeiða og forvinna tær pening sum ískoyti til stuðulin tú fært frá  Studna. Les meira