Stytt útbúgving

 

Heilsuhjálparaútbúgving:

 

Til tín við nógvum arbeiðsroyndum innan røkt.

Í januar mánaða á hvørjum árið, kanst tú taka styttri útbúgving til heilsuhjálpara, um tú hevur:

Týðiliga arbeiðsváttan, fyri minimum eitt ár sum ófaklærd innan eldrarøkt, fulla tíð.

Ella 2 ár hálva tíð. Arbeiðsroyndirnar skulu vera innanfyri seinastu 5 árini.

 

Styttingin fer fram soleiðis

  • Tú byrjar í januar við 1. skúlatíðarskeiðið, 3 mánaðir.
  • Skiftir í ein eldri flokk, til 2. skúlatíðarskeið
  • Í starvsvenjing í 3 mánaðir, kann vera kring alt landið
  • 2 próvtøkur í desembur.

 

Útbúgvingin tekur tá 1 ár, ístaðin fyri 15 mánaðir. 

Umsóknarfreistin er 1. novembur.

Tú skal minimum hava 9. flokk.