Stytt útbúgving

 

Heilsuhjálparaútbúgving:

 

Til tín við nógvum arbeiðsroyndum innan røkt.

Styttingin fer fram soleiðis

  • Tú byrjar í januar, gongur 6 mánaðir í skúla
  • Feria 7 vikur
  • Í starvsvenjing í 3 mánaðir, kann vera kring alt landið
  • 2 próvtøkur í novembur - liðug

 

Útbúgvingin tekur tá 11 mánaðir, ístaðin fyri 15 mánaðir vanliga tíð. 

Umsóknarfreistin er 1. novembur.

Tú skal minimum hava 9. flokk og 1 ára arbeiðsroyndir.

Arbeiðsváttan, fyri eitt ár, fulla tíð, sum ófaklærd innan eldrarøkt. Ella 2 ár hálva tíð.