Í januar mánaða á hvørjum árið, kanst tú taka styttri útbúgving til heilsuhjálpara, um tú hevur:
Týðiliga arbeiðsváttan, fyri minimum eitt ár sum ófaklærd innan eldrarøkt, fulla tíð.
Ella 2 ár hálva tíð. Arbeiðsroyndirnar skulu vera innanfyri seinastu 5 árini.
Styttingin fer fram soleiðis
- Tú byrjar í januar við 1. skúlatíðarskeiðið, 3 mánaðir.
- Skiftir í ein eldri flokk, til 2. skúlatíðarskeið
- Í starvsvenjing í 3 mánaðir, kann vera kring alt landið
- 2 próvtøkur í desembur.
Útbúgvingin tekur tá 1 ár, ístaðin fyri 15 mánaðir.
Umsóknarfreistin er 1. novembur.
Tú skal minimum hava 9. flokk.