Upptøkukrøv

Heilsuhjálpari

Minsta krav fyri upptøku: 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokk.

Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

 

Heilsurøktari

Upptøkutreyt: Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving+viðkomandi arbeiðsroyndir, sum í minsta lagið svara til 15 mánaðir, ið er longdin á heilsuhjálparaútbúgvingini.

Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

 

Námsfrøðihjálpari

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Skiftur ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.

Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.