Upptøkukrøv
Minsta krav fyri upptøku: 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokk.
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin eftir meting skúlans er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.
Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving+viðkomandi arbeiðsroyndir, sum í minsta lagið svara til 15 mánaðir, ið er longdin á heilsuhjálparaútbúgvingini.
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin eftir meting skúlans er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.