Listaverkini í Skúladeplinum í Suðuroy

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Hetta var ein sera áhugaverd uppgáva og ein stór avbjóðing, tá íð Árni Winther, arkitektur bað meg um at vera við at myndprýða nýggja skúladepilin í Hovi.

Skúladepilin í Hovi er í sær sjálvum ein arkitektonisk listaperla, sum sæð í sær sjálvum gjørdi uppgávuna sera spennandi; eisini serstakliga fyri meg sum listafólk at fáa høvi at arbeiða í tøttum samstarvi við arkitektar er fyri meg ein sonn dreymauppgáva har rúmið og listin ganga upp í eina hægri eind.

Míni verk

Eg havi gjørt 36 verk til skúladepilin í Hovi og tey hava øll fingið ymisk heiti, øll hava sína søgu, hetta eru hugleiðingar um bæði fortíð, nútíð og framtíð - ein lívsferð við passión, so at siga.



Í fyrstu syftu sá eg skúlan og tók støði í sjálvum skúlanum sum heild. Eg tók støði í rúminum, eg skuldi myndprýða, í tilfarinum: betong, træ, metal, glas og litinum, inventarinum og minimalistiska dáminum. Skúlin hevur útsýni til Hov, og tað at glasið var við síðuna av sterku náttúruni fekk stóran týdning fyri mína palett, eins og bókasavnið hinumegin gav hugleiðingar um filosofina og dreymarnar. Og frammanfyri tað centrala rúmið, sum verður brúkt dagliga bæði í arbeiðshøpi og til hugnaløtur. Ein akustikveggur tók 2/3 av veggjaplássinum, og valdi eg tí at intgrera sjálvan veggin inn í verkið sum ein nátturlig eind, tí fekk hvørt verk mátini 48 cm x 48 cm (hetta er kubistisk kvadratisk mát) MDF plátur 6mm, sum tá tú hyggur frá síðuni inn á myndirnar skal virka, sum tær eru klistraður uppá veggin.

Myndirnar hvør í sær hava sína egnu søgu. Eg havi eisini havt íblástur frá tíðini eg sjálv gekk á miðnámsskúla, hvat eg sjálv var upptikin av, heilt frá William Heinesen til Jim Morrison og annars upp til í dag við góðum og skelkandi filmum og bókum, sum hava sett síni spor. Tónleikur og kvadratiska mátið hjá myndunum, er íblást av øllum teimum fantastisku LP- húsunum, sum man helt í hondunum og sum man át við eygunum, meðan man hoyrdi tónleikin. Hetta er ein farin tí og saknur er í teimum. Eg eri enn í dag rættuliga bergtikin av teimum - sostatt spegla myndirnar í Hovi eina lívsleið, har eitt lív flytir seg, mennist og reflekterar yvir fortíðina og er droymandi um framtíðina. 

 

http://listinblog.blogspot.com/2010/09/almennar-pryingar-aggi-asger.html