Ann fekk frítøku fyri eina starvsvenjing.

Frítøka fyri eina starvsvenjing

 

Umsøkjari til heilsuhjálpara útbúgvingina.

Um tú hevur nógvar arbeiðsroyndir við røkt, kanst tú blíva frítikin fyri ein starvsvenjingarpart

 

 

Uppbygnaðurin er tá soleiðis:

• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy

• frítøka fyri starvsvenjing tríggjar mánaðir

• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy

• starvsvenjing tríggjar mánaðir, hendan kann vera kring landið

 

Endað verður við próvtøkum.

 

Ring ella skriva til Heilsuskúlan, og greið frá tínum arbeiðsroyndum.

Frítøka kann søkjast, um tú hevur eitt ára arbeiði við røkt, fulla tíð. Ella 2 ár á hálvari tíð.  Arbeiðsroyndirnar skulu vera innanfyri seinastu 5 árini, skulu vera somu uppgávur sum ein heilsuhjálpari tekur sær av, og saman við øðrum heilsustarvsfólki.

 

Um tú fært játtað frítøku fyri ein starvsvenjingarpart, kanst tú velja at arbeiða tríggjar mánaðir, meðan hinir næmingarnir eru í starvsvenjing.

 

Les eisini um stytta útbúgving ið kann takast um tú byrjar í januar mánaða.