Ann fekk frítøku fyri eina starvsvenjing.

Frítøka fyri eina starvsvenjing

 

Umsøkjari til heilsuhjálpara útbúgvingina.

Um tú hevur nógvar arbeiðsroyndir við røkt, kanst tú blíva frítikin fyri ein starvsvenjingarpart

 

 

Uppbygnaðurin er tá soleiðis:

• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy

• frítøka fyri starvsvenjing tríggjar mánaðir

• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy

• starvsvenjing tríggjar mánaðir, hendan kann vera kring landið

Krav

Eitt ára arbeiði við røkt, fulla tíð. Ella 2 ár á hálvari tíð, innanfyri seinastu 5 árini.

 

Les eisini um stytta útbúgving