Onki úrslit at finna.
Search by

Fráveruskipan

Heilsuskúlin hevur eina talgilda fráveruskipan. Her kann næmingurin eftirkanna egnu fráveru.

www.heilsuweb.net

Reglur fyri fráveru eru tilskilaðar í kunngerð, og í Námskipanini, brot her:

Møtiskylda er undir allar útbúgvingini, og øll frávera verður skrásett. Næmingurin kann í mesta lagi hava 10% fráveru í einstakari lærugrein. Um samlaða fráveran í einari lærugrein, í ástøðiliga partinum íalt ella starvsliga partinum, fyri seg, er meira enn 10%, fær næmingurin fyrru ávaring. Frávera verður gjørd upp í minsta lagi 4 hvørja viku.

Skúlin gevur til samans tvær skrivligar ávaringar um fráveru.

Um fráveran heldur áfram eftir aðru ávaring, verður framhaldandi útbúgvingargongdin tikin upp til metingar. Næmingarnir skulu til eina og hvørja tíð hava møguleika fyri at eftirkanna egna fráveru. Um fráveran verður meir enn 10% í einum starvsvenjingarparti, skal starvsvenjingarstaðið boða Heilsuskúla Føroya frá hesum.

Heilsuskúli Føroya hevur ábyrgd av at geva ávaring fyri ov nógva fráveru, bæði í skúlapartinum og starvsvenjingarpartinum í útbúgvingini. Hetta er eisini galdandi fyri námsdagar og starvsvenjing.

Í starvsvenjingartíðini galda reglur um sjúkrafráveru og frískmelding ið finnast á einstøku starvsvenjingarplássunum. Næmingarnir skulu upplýsast um reglurnar við byrjan av starvsvenjingini.