Onki úrslit at finna.
Search by

Meir um orðblindni

Orðblindalærarin skrivar…

Hvussu vit arbeiða við hesum á Heilsuskúla Føroya, soleiðis at næmingar fáa bestu hjálpina sum skjótast.

Umsøkjarar, sum hava fingið staðfest orðblindni ella vita, at tey eru lesiveik, hava møguleika fyri at gera vart við, um teir hava brúk fyri sernámsfrøðiligari hjálp, tá søkt verður inn á Heilsuskúlan. Tað er umráðandi, at hesin møguleiki verður brúktur, so teir fáa hjálp frá skúlabyrjan. Umsøkjarar, sum eru í iva og gera vart við seg, verða kannaðir fyri orðblindni sum skjótast.

Skreening er eisini ein skjótur og effektivur kanningarháttur til at spora tekin um orðblindni og aðrar avbjóðingar hjá næmingum at lesa og skriva. Framyvir verða øll nýggj hold, sum byrja á Heilsuskúla Føroya, skreenaði. Hetta tekur 1 tíma og er tað orðblindalærarin, sum tekur sær av hesum.

Út frá tí, sum næmingurin skrivar, kann ein síggja, um næmingurin hevur tekin um avbjóðingar og eigur at verða víðariútgreinaður fyri orðblindni. Vísir skreeningin, at næmingur hevur tekin um orðblindni, verður hann innkallaður til kunnandi samrøðu. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldrini boðin við.

Eftir hetta verður næmingurin víðariútgreinaður, og vísir tað seg, at talan er um orðblindni, hevur skúlin fasta mannagongd at arbeiða eftir, soleiðis at næmingurin kann fáa røttu hjálpina. Næmingurin verður kunnaður um ljóðbøkur, at gerast limur í NOTA, fær forritið CD-orð installerað á telduna og undirvísing í at brúka hetta.

Tosað verður við næmingin um týdningin av, at læraratoymið verður kunnað, so hvør einstakur lærari veit, hvussu hann kann undirvísa næminginum best. Næmingurin kann koma á lektiucafé 1 ferð um vikuna og fær eisini tilboð um undirvísing ein-til-ein efti tørvi.

Umframt omanfyrinevndu manngongd, verður arbeitt við at orða ein orðblindnispolitikk fyri skúlan, so Heilsuskúlan fer at lúka tey 10 krøvini um ein orðblindnisvinarligan skúla.

anti-anxiety pills ativan online

xanax pills for sale online

Orðblindavinarligur skúli

– 10 eykenni

Nær kann ein skúli kalla seg tað?

Hvørji tilboð skal skúlin kunna bjóða?

Hvørjar fakligar treytir skal skúlin lúka?

Í Noregi hava tey sett upp 10 eyðkenni fyri, at norskir skúlar kunnu kalla seg orðblindnisvinarligar. Í Føroyum er hetta arbeiðið ikki gjørt, so vit brúka tey norsku eyðkennini við onkrum tillagingum, so eyðkennini hóska til viðurskiftini á Heilsuskúla Føroya.

1.     Leiðsla og lærarar tosa um málsetningin við einum orðblindnisvinarligum skúla. Tað skal helst vera ein orðblindur næmingur í næmingaráðnum,

2.     Skúlin hevur sum endamál at økja um førleikamenning á orðblindnisøkinum. Tað merkir t.d. at lærarin skal hava møguleika fyri at fáa sær vitan um hjálparamboð til tann orðblinda og skal hava møguleika fyri at fara á viðkomandi skeið.

3.     Skúlin hevur fastar mannagongdir fyri kt-nýtslu, hjálparforrit, ljóðbøkur og tekstskanning.

4.     Skúlin arbeiðir virkið fyri at skapa eitt gott læringsumhvørvið fyri orðblindar næmingar.

5.     Skúlin skreenar øll nýggj hold, tá tey byrja. Skúlin hevur fastar mannagongdir fyri næmingar, sum eru orðblindir ella eru lesi- og skriviveikir.

6.     Skúlin hevur tillagað átøk til hvønn einstakan næming, sum er orðblindur (og gera vart við seg).

7.     Skúlin hevur góðar lesi- og læringsætlanir, góðan bygnað í undirvísingini, lektiuhjálp til næmingar við orðblindni, orðblindisvinarligar arbeiðshættir, bjóðar (námsfrøðiliga) frálæru í hjálparforritum, hevur heimasíðu og First Class við teldutalu og facebook-bólk til orðblindisnæmingar við app til at lesa upp.

8.     Næmingurin við orðblindni fær møguleika at brúka cd-orð til próvtøkur, um neyðugt fáa hjásitara, um cd-orð ikki hjáplir nóg væl, kann fáa forlongda tíð til skrivliga próvtøku (1 tíma), forlongda fyrireikingartíð (dupulta) til munnligar próvtøkur.

9.     Skúlin hevur leypandi samrøður við orðblindar næmingar

10.  Foreldur, at næmingum undir 18 ár, fáa góða kunning og vegleiðing. Skúlin er opin fyri hugskotum frá øðrum, so okkara skúli kann gerast enn meira orðblindnisvinarligur.