Onki úrslit at finna.
Search by

Punktpraktikk

Ein punktpraktik er eitt tiðarskeið í starvsvenjingini, har ein næmingur velur eina stutta praktikk á øðrum starvsvenjingarstaði enn tað upprunaliga. Punktpraktikk kann vara alt frá nøkrum fáum døgum, upp til umleið eina viku – 14 dagar.

Annika valdi, tá hon var næmingur á Heilsuskúlanum, at fara í punktpraktik í ambulansatænastuni á Landssjúkrahúsinum, har hon nú arbeiðir.

Ein kann velja “punktpraktik” um man vil hava meira vitan um eitt serligt øki, ella eitt annað øki enn tað upprunaliga.

Møguleiki er, í samráð við vegleiðara sín í starvsvenjingini, at fara í punktpraktik, um tað gongur væl við at náa málunum fyri starvsvenjingina. Vanlig mál fyri starvsvenjing skulu vera útgangstøði fyri hvat ein skal arbeiða við í læringini, tá ein er í punktpraktikk.  1 ella 2 mál skulu, sum minsta krav veljast út, at arbeiða við.

Soleiðis kann útbúgvingin blíva enn meira fjølbroytt enn vanligu starvsvenjingarpartarnir leggja upp til.

Hvørji pláss kunnu virka sum punktpraktikk?

Øll starvsvenjingarpláss kunnu virka sum punktpraktikk.

Eisini kunnu onnur pláss enn vanlig starvsvenjingarpláss verða nýtt.

Næmingar hava t.d. valt  ambulansatænstuna á Landssjúkrahúsinum, ið ikki er eitt vanligt starvsvenjingarpláss hjá Heilsuskúlanum.

Sum heilsurøktari er góður møguleiki at læra víðari til ambulansaførara og í punktpraktikk fæst innlit í, um áhugin er til tess.