Onki úrslit at finna.
Search by

VÆNTANARBRÆV til starvsvenjing – námsfrøðihjálparar

Ein væntanarsamrøða leggur grundarlag fyri samstarvinum og kann roknast sum ein háttur fyri lærusáttmála. Tískil má tíð og orka brúkast til at fyrireika og menna tykkum væl til hetta, áðrenn hvørja starvsvenjing. Brævið skal leggjast fram fyri tínum vegleiðara í starvsvenjingini, til 1. samrøðu.

Øll punkt 1-5 skulu umrøðast á onkran hátt.

  1. Hvørjar royndir havi eg við mær
    T.d. hvussu hevur gingist í starvsvenjing aðrastaðni? Hvat dugi eg? Hvat tørvar mær at menna? Hvat ynski eg serliga vegleiðing í? Hvat ynski eg serliga at læra? Hvørjar sterkar og veikar síður havi eg; bæði fakliga og persónliga v.m.?
  2. Hvørjar væntanir havi eg til vegleiðararnar og starvsstaðið.
    T.d.  at tey eru konstruktiv (uppbyggjandi, saklig, jalig) í kritikki, sum tey geva mær. At tey eru opin og erlig. At eg kann koma líðandi í arbeiði. At eg fái kunning um arbeiðsreglur og mannagongdir á staðnum. At eg fái hóskandi avbjóðingar. At tey eru saklig. At eg upplivi framhaldandi læring. Nær vænti eg at vera saman við vegleiðaranum? At eg sleppi í vaktir. At privat viðurskifti eru millum næming og vegleiðara, tá eg ynski tað v.m.
  3. Hvussu vænti eg at røkka málunum.
    T.d. hvørji mál havi eg ongar royndir við? Hvat kenni eg nakað til? Hvørji mál eru meira kend fyri mær? Hvussu ætli eg at fyrireika meg? Hvussu læri eg best? Hvussu kann eg at vísa, at eg dugi ásettu mál? (Við eygleiðingum, handlingum, grundgevingum, ástøði og reflektiónum.)
  4. Hvat verður mítt íkast til egnu læring og at hava ábyrgd fyri egnu læring?
    T.d. at møta til tíðina. Siga frá við sjúku. At vera væl fyrireika. At vera uppsøkjandi og undrandi/reflekterandi. Halda meg framat ókendum støðum. Kenna egnan førleika. At taka móti vegleiðing sakliga. At gerast tilvitað um egnan atburð. At fáa styrkt fakligan samleika v.m.
  5. Onnur viðurskfiti, ið eg haldi eru umráðandi at nevna?
    T.d. at eg ætli mær at virða starvsvenjingarstaðið eins og eg vænti, at starvsvenjingarstaðið virðir meg; bæði meðan eg eri í starvsvenjing og tá eg eri farin frá plássinum. At eg ætli mær at geva starvsvenjingarstaðnum eina skrivliga eftirmeting, samstundis sum eg fái støðismetingina frá starvsvenjingarstaðnum; hetta  fyri at tryggja, at kritikkur verður givin sakliga og á røttum stað. Umframt kunnu øll viðurskifti takast við, sum ikki longu eru nevnd og sum næmingurin heldur hava týdning fyri at fáa eitt gott og læruríkt starvsvenjingartíðarskeið
  6. Hvussu umhugsi eg at nýta loggbókina?
    Hon skal nýtast