Onki úrslit at finna.
Search by

Vegleiðing og samrøður

Starvsvenjingarstaði hevur ábyrgd av at skipa starvsvenjingarpartin, herundir:

Einstaki næmingurin skal hava ein vegleiðara knýttan at sær til dagligt, og skal vegleiðarin tryggja, at næmingurin fær ítøkiliga upplæring í teimum einstøku málunum í útbúgvingini.

Vegleiðarin skal skipa fyri, at hava 3 kravdar samrøður við næmingin. Hetta eru formellar metingarsamrøður. 

– væntanarsamrøða, við byrjan

– miðvegissamrøða, næmingurin skal hava kunning um støði higartil

– endalig samrøða, støðismeting, sum verður endaliga útfylt, áðrenn samrøðuna

Harafturat skulu vegleiðandi samrøður vera hvørja viku, og hesar skulu taka støði í dagligu uppgávunum og undranum hjá næminginum. Eisini kann logbókin nýtast sum útgangstøði til hesar samrøður.

Vegleiðarin skal hava viðkomandi fakliga útbúgving, miðað verður ímóti, at allir vegleiðarar skulu hava lokið vegleiðaraskeið. 

Vegleiðarin hevur dagliga ábyrgd av næminginum og ábyrgd av skriftligum metingum. Leiðslan á starvsvenjingarstaðnum hevur yvirskipaða ábyrgd av starvsvenjingarpartinum.

Vegleiðarin “eigur” ikki næmingin einsamallur. Eitt arbeiðspláss hevur sum uppgávu at útbúgva starvsfólk til framtíðina, og tí skulu øll starvsfólk taka sær av einum næmingi á staðnum. Tað merkir at “vegleiðarin” hevur høvuðsuppávuna, skipar fyri at næmingurin verður móttikin væl og settur inn í arbeiði og mannagongdir á staðnum, fyllir út kravd pappír, og hevur kravdar samrøður og undrunarsamrøður vikuliga. Dagliga arbeiðið og upplæring annars fyrigongur saman við øllum starvsfólkum á staðnum. 

Meira kunning um reglur í Námsskipan og útbúgvingarbók.

Heilsuskúli Føroya kann gera frávík frá kravinum um lokið vegleiðaraskeið við støði í ítøkiligari meting av dagliga vegleiðaranum ella serligum, verkligum viðurskiftum.