Starvsvenjingarvitjan av skúlanum
Skúlin hevur sambært Námskipanini ábyrgd fyri samtarvi millum skúla og starvsvenjingarpartin.
Hetta verður skipað m.a. við at kontaktpersónurin hjá næminginum á skúlanum kemur á vitjan, eina til tvær ferð í útbúgvingunum.
Næmingurin fær boð um vijtanina í góðari tíð áðrenn, og hevur ábyrgd av boða sínum vegleiðara frá vitjanini, og av at hava útbúgvingarætlanina, ið inniheldur skjølini “persónlig útbúgvingarætlan” og “kurlur”, við til samrøðuna.
Endamálið við starvsvenjingarvitjanini er
- At menna samstarvið ímillum skúlan og starvsvenjingarstaðið.
- At tvinna saman ástøðiliga og verkliga partin.
- At stuðla fakligu og persónligu menningini hjá næminginum, við einari samrøðu við kontaktpersón frá skúlanum og vegleiðara í starvsvenjing.
Undir starvsvenjingarvitjanin skal ein samrøða verða ímillum næming, starvsvenjingarvegleiðara og kontaktlærara frá Heilsuskúlanum.
Endamálið við samrøðuni er
- At fylgja upp persónligu málini, ið næmingurin hevur sett sær, í “persónligu útbúgvingarætlanini” saman við sínum kontaktlærara á skúlanum
- At tryggja, at ein reyður tráður er í fakligu og persónligu menningini gjøgnum alla útbúgvingina, og at samstarv er um næmingin, millum skúla og starvsvenjing.
Karmar fyri starvsvenjingarvitjanina
Vitjanin er á starvsvenjingarstaðnum, har næmingurin er. Ein ávís tíð verður sett av til hvønn næming.
Viðurskifti, ið eru viðkomandi í útbúgvingini, kunnu takast upp undir vitjanini, sum undirvísing, ella kjak.
Kontaktlærarin á skúlanum, hevur ábyrgdina av at skipa fyri starvsvenjingarvitjanini.
Tað er ikki krav, at vitjanin er í samband við tær tríggjar kravdu metingarsamrøðurnar í starvsvenjingini. Málið er tó, at vegleiðari og næmingur nýta tað, ið kemur fram undir vitjanini, víðari í arbeiðnum við málunum fyri starvsvenjingina. Soleiðis verður ein reyður tráður ímillum teori og praksis, og ígjøgnum alla útbúgvingina hjá tí einstaka næminginum.