Onki úrslit at finna.
Search by

Tímalærari til Heilsuskúla Føroya

Heilsuskúlin søkir eftir lærara at undirvísa í lærugreini “Mentan og virksemi” á námsfrøðihjálparaútbúgvingini skjótast gjørligt. Talan er um eitt vikariat fram til 1. juli 2023. Undirvíst verður í tveimum flokkum og fevnir um áleið 125 undirvísingartímar fyri árið.

Tað er krav, at viðkomandi hevur útbúgving á bachelorstøði; sum námsfrøðingur, fólkaskúlalærari ella annað við førleikum til at undirvísa í hesi lærugreinini.

Løn sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn skal sendast til heilsuskulin@skulin.fo. Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú ringja til Rakul Nolsøe í Lágabø, toymisleiðara, á 294201 ella Vivie Davidsen, stjóra, á 294200.