
Førleikameting
Førleikameting er ein meting av tínum førleikum. Soleiðis kanst tú fáa viðurkent teir førleikar tú hevur vunnið tær gjøgnum viðkomandi arbeiðsroyndir og aðra skúlagongd. Ígjøgnum førleikameting kanst tú fáa starvsvenjingina góðskrivaða ella partvís góðskrivaða. Hevur tú staðið lærugreinir, sum skulu standast á skúlanum, fært tú eisini hesi fakini góðskrivaðið.
Her á síðuni finnur tú øll skjøl, sum skulu brúkast til at søkja um førleikameting til heilsuhjálpara ella námsfrøðihjálpara.

