Onki úrslit at finna.
Search by

Til vegleiðarar

Á hesi síðu finnur tú tilfar so sum støðismetingar, at tulka málini og kunning um vegleiðaraskeið vm.

At vera vegleiðari

Ein vegleiðari skal kunna seg gjølla um útbúgving og reglur sum finnast í Námsskipan og útbúgvingarbókini, áðrenn móttøku av næmingum.

Starvsvenjingarplássið skal yvirskipað gera mannagongdir fyri móttøku av næmingum, lestrarumhvørvi o.s.frv.  og skal formelt góðkennast av skúlanum, sambært Námskipani.

Málini fyri starvsvenjingina eru at finna í støðismetingini, ið metir “støði” hjá næminginum í starvsvenjingini.

Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av:
  •  at skapa mennandi lestrarumhvørvi
  • at leggja eina mennandi starvsvenjing til rættis
  • at leggja samlaðu yvirskipaðu upplæringargongdina til rættis fyri tíðarskeiðið á starvsvenjingarstaðnum
  • at tryggja, at einstaki næmingurin hevur ein vegleiðara knýttan at sær til dagligt
Vegleiðarin skal tryggja:
  • at næmingurin fær ítøkiliga upplæring í teimum einstøku málunum í útbúgvingini
  • at bókin sum verður nýtt, svarar til málini í starvsvenjingini
  • at næmingurin fær 3 kravdar samrøður:
    • væntanarsamrøða, við byrjan
    • miðvegissamrøða; næmingurin skal hava kunning um støðið higartil
    • endalig samrøða; støðismeting, sum verður endaliga útfylt, áðrenn samrøðuna

Harafturat skulu vegleiðandi samrøður vera hvørja viku, og hesar skulu taka støði í dagligu uppgávunum og undranum hjá næminginum. Eisini kann logbókin nýtast sum útgangstøði til hesar samrøður.

Ábyrgd vegleiðarans:

Vegleiðarin hevur dagligu ábyrgd av næminginum og ábyrgd av skriftligum metingum. Leiðslan á starvsvenjingarstaðnum hevur yvirskipaða ábyrgd av starvsvenjingarpartinum.

Vegleiðarin “eigur” ikki næmingin einsamallur. Eitt arbeiðspláss hevur sum uppgávu at útbúgva starvsfólk til framtíðina, og tí skulu øll starvsfólk taka sær av einum næmingi á staðnum. Tað merkir at “vegleiðarin” hevur høvuðsuppávuna, skipar fyri at næmingurin verður móttikin væl og settur inn í arbeiði og mannagongdir á staðnum, fyllir út kravd pappír, og hevur kravdar samrøður og undrunarsamrøður vikuliga. Dagliga arbeiðið og upplæring annars fyrigongur saman við øllum starvsfólkum á staðnum.

Meira kunning um reglur í Námsskipan og útbúgvingarbók.

At tulka málini

Vegleiðarin hevur ábyrgd av, at næmingurin arbeiðir við at røkka málunum fyri starvsvenjingina.

Á hesi síðu er greitt frá hvussu málini verða nýtt í verki.

Vegleiðaraskeið

Vegleiðaraskeiðið er einaferð árliga á Heilsuskúlanum, og varir 2 vikur.

Skeiðið er fyri vegleiðarar, ið ikki enn hava tikið skeið í vegleiðing á Heilsuskúlanum. Báðar vikurnar eru kravdar. Møtiskylda er.

Heilsuskúli Føroya kann gera frávík frá kravinum um lokið vegleiðaraskeið við støði í ítøkiligari meting av dagliga vegleiðaranum ella serligum, verkligum viðurskiftum

Innihald

Á skeiðinum fært tú kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók – persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður, støðismetingar v.m.

Vit venja at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum/cases.

Skeiðið er í tveimum eindum, yvir tvær vikur, og fevnir um 60 undirvísingartímar.

Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa.

Byrjað verður kl. 11.00 mánadag, báðar vikurnar.

Undirvísing er hinar dagarnar frá kl. 8.15 – 16.00. Endað verður kl. 14.30 fríggjadag. 4 yvirnáttingar pr. viku.

Undirvísingin á skeiðnum er ókeypis. Luttakari/arbeiðsgevari rindar kost og yvirnátting.

Endamálið við skeiðinum

At styrkja luttakararnar í teirra leikluti sum vegleiðarar, so teir út frá námsfrøðiligari umhugsan verða førir fyri at útinna vegleiðing í starvsliga partinum av heilsuútbúgvingunum.

Upptøkukrav og tilmelding

Viðkomandi heilsuútbúgving.

Við tilmelding

Upplýs útbúgving, og arbeiðspláss ið tú er tilknýtt/ur.

Tilmelding: Heilsuskúli Føroya tlf. 61 42 10 ella heilsuskulin@skulin.fo, sí ásettu freist í lýsing.

Undirvísingartilfar

Tað er tín ábyrgd at skaffa bøkurnar, áðrenn skeiðsbyrjan.

Bøkurnar kunnu bíleggjast hjá bókahandlum kring landið.

Bøkurnar innihalda mál fyri starvsvenjing og greiða frá hvussu arbeiðast kann í tí dagliga við at náa málinunum. Bøkurnar verða nýttar á vegleiðaraskeiðnum og dagliga í starvsvenjingini.

Praktikbogen social- og sundhedshjælper, Munksgaard – heilsuhjálparar

Praktikbogen social- og sundhedsassistent, Munksgaard – heilsurøktarar

Bið um nýggjastu útgávu, um ongin útgáva er ásett í lýsingini

Støðismetingar og væntanarbræv

Støðismetingarskjal til heilsuhjálpara
Støðismetingarskjal til heilsurøktara
Støðismetingarskjal til námsfrøðihjálpara
Væntanarbræv

Ein væntanarsamrøða leggur grundarlag fyri samstarvinum og kann roknast sum ein háttur fyri lærusáttmála. Tískil má tíð og orka brúkast til at fyrireika og menna tykkum væl til hetta, áðrenn hvørja starvsvenjing. Brævið skal leggjast fram fyri tínum vegleiðara í starvsvenjingini, til 1. samrøðu.

Sí dømir uppá hvat eitt væntanarbræv kann innihalda her

Viðbót, góðkenning vm.

Viðbót til vegleiðarar

Leiðari skal vátta skjalið, áðrenn tað verður sent inn á skúlan.

Um skjalið ikki er fult útfylt, kann skúlin ikki rinda viðbótina út.

Skjal A – einstakur vegleiðari umbiður viðbót

Góðkenning av starvsvenjingarplássi

Skúlin góðkennir, sambært kunngerð um heilsuútbúgvingar, starvsvenjingarstøðini út frá lýsing teirra av starvsvenjingarstaðnum. Góðkenningin tekur støði í námsskipanini og útbúgvingarbókini fyri heilsuútbúgvingarnar.

Umsóknarblað til góðkenning

Umsóknin skal dagførast tá 5 ár eru gingin frá seinast dagførdu lýsing, og tá ið broytingar eru.

Umsóknin skal sendast Heilsuskúla Føroya heilsuskulin@skulin.fo