Lesnaður til heilsurøktara byrjar í mars. Útbúgvingin er samansett av trimum ástøðum á tríggjar mánaðir og tríggjar starvsvenjingar á tríggjar mánaðir. Útbúgvingin tekur 22 mðr.
Útvúgvingarlongd
22 mðr.
Starvsvenjing
Tríggjar ferðir tríggjar mðr.
Skúlabyrjan
Mars
Umsóknarfreist
15. nov.
Um heilsurøktaraútbúgvingina
Tú lærir um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.
Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 22 mánaðar tilsamans. Tú ert trý tíðarskeið í skúla og trý tíðarskeið í starvsvenjing kring landið. Starvsvenjingarplássini eru innan eldraøkið, á sjúkrahúsi og í psykiatri.
Almennar lærugreinar
Enskt B
Føroyskt A
Náttúrulæra C
Yrkislærugreinar
Møtið við borgaran/sjúklingin
Endurmenning
Borgara- sjúklingagongdin
Dygd og menning
Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt
Likamlig sjúka og sjúkrarøkt
Heilivágslæra
Framtíðar møguleikar
Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:
Eldraøkið
Sjúkrahúsverkið
Psykiatriska økið
Stuðulstænastan
Sjúkraflutningur
Víðari lesnaður
Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk
Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science – universitetsútbúgving – har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.
Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.
Próvtøkur
Minsta krav fyri upptøku er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi ella 10. flokk. Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.
Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.
Frítøka fyri eina starvsvenjing

Peningaligur stuðul

Upptøkukrøv

Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!