Onki úrslit at finna.
Search by

Til næmingar

Á hesari síðu kann tú finna upplýsningar starvsvenjing undir útbúgvingini, arbeiðsviðurskiftir, starvsvenjing uttanlanda og punktpraktik.

Starvsvenjing undir útbúgvingini

Allar útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum skifta millum undirvísing á skúlanum og starvsvenjing. Longdin á starvsvenjingini er ymisk í longd, alt eftir hvørja útbúgving tú velur:

  • Heilsuhjálpari: starvsvenjing tvær ferðir í tríggjar mðr
  • Heilsurøktari: Tríggjar ferðir tríggjar mðr.
  • Námsfrøðihjálpari: tríggjar ferðir í uml. tríggjar mðr

Næmingurin fær lestrarstuðul undir útbúgvingini og er tí afturat tí vanligu starvsfólkanormeringini á starvsvenjingarstaðnum, tá hann/hon er í starvsvenjing. Soleiðis fær næmingurin tíð til at læra

Uttanlanda í starvsvenjing

Heilsuskúlin hevur samstarv við fleiri SOSU-skúlar í Danmark. Møguleiki er at fara uttanlands í starvsvenjing í aðru ella triðju starvsvenjing. Stuðulin frá Studna fylgir við og ein kann søkja um stuðul til ferðing frá Studna. Hetta verður nevnt “verkætlanarstuðul“.

Um tú ynskir at kanna møguleikar fyri at fara uttanlands í starvsvenjing, skal tú venda tær til lestrarvegleiðaran á skúlanum. 

Punktpraktikk

Ein punktpraktik er eitt tiðarskeið í starvsvenjingini, har ein næmingur velur eina stutta praktikk á øðrum starvsvenjingarstaði enn tað upprunaliga. Punktpraktikk kann vara alt frá nøkrum fáum døgum, upp til umleið eina viku – 14 dagar.

Ein kann velja “punktpraktik” um man vil hava meira vitan um eitt serligt øki, ella eitt annað øki enn tað upprunaliga.