
Námsfrøðihjálparaútbúgvingin
Lesnaður til námsfrøðihjálpara byrjar í august. Útbúgvingin er samansett av fýra ástøðum, ið eru ymisk til longdar, og trimum starvsvenjingum, sum eru 12-14 vikur til longdar. Útbúgvingin tekur 24 mðr.
Útbúgvingarlongd
Starvsvenjing
Skúlabyrjan
Umsóknarfreist
Um námsfrøðihjálparaútbúgvingina

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
Bygnaður av útbúgvingini

Skiftur ímillum skúlagongd og starvsvenjing kring landið.
Almennar lærugreinar
- Føroyskt C
- Samfelagslæra C
- Enskt C
- Danskt C
Yrkislærugreinar
- Námsfrøði
- Sálarfrøði í námsfr. verki
- Samskifti í námsfr. verki
- Heilsa í námsfr. verki
- Rørsla og ítróttur
- Náttúra og útilív
- Talgild mentan
- Mentan og virksemi
- Arbeiðsumhvørvi
Ymisk valfak 1-2 vikur.
Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.
Upptøkutreyt: 9. flokkur + eitt ára skúlagongd/arbeiðsroyndir av onkrum slag ella 10. flokkur.
útbúgvingin varir í 24 mánaðir. Umsóknarfreistin er 15. mars.
Byrjar í august hvørt ár.
Gevur víðari atgongd til miðallangar útbúgvingar.
Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum.
Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein.
Harumframt er ein munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum, ella munnlig próvtøku í enskum, ella munnlig próvtøka í samfelagslæru, sum Mentamálaráðið trekkjur ímillum og avgerð.
Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini.
Søkir tú um løn undir útbúgving les meira her.
Skalt tú søkja um studning, sjá kunning á www.studni.fo
Framtíðar møguleikar

Eftir lokna útbúgving er møguleiki at lesa víðari til námsfrøðing á Fróðskaparsetrið Føroya. Eisini gevur útbúgvingin víðari atgongd til fleiri miðallangar útbúgvingar uttanfyri Føroyar.
Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:
- Dagstovnaøkið
- Fólkaskúlin
- Almannaverkið
- V.m.
Søk her, valmøguleikar:

Hevur tú vangan, søk her:
Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appina Útbúgvingar
Hevur tú IKKI Vangan, fylg hesi vegleiðing:
Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.
Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.
Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.
Løn undir útbúgving

Næmingar á heilsuskúlanum kunnu fáa løn undir útbúgving. Hetta krevur, at tú fært sáttmála við eitt arbeiðspláss. Sí útbúgvingarsáttmálan.
Lønin til námsfrøðihjálparanæmingar, galdandi frá 1.okt 2025, er 15.530 kr.
Tú skalt sjálv/sjálvur venda tær til eitt arbeiðspláss. Tað er sostatt tín ábyrgd at biðja um sáttmála, men Heilsuskúli Føroya vegleiðir teg fegin.
Ynskir tú vegleiðing, ella hevur tú spurningar um hetta, kanst tú venda tær til Heilsuskúlan á heilsuskulin@skulin.fo ella á telefon 614210.
Útbúgvingarsáttmáli

Um tú ynskir at fáa løn undir útbúgvingin, er neyðugt hjá tær at fáa ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara.
Tað er ráðiligt, at seta seg í samband við tey arbeiðspláss, tú ert áhugað/ur í at gera sáttmála við, nakrar mánaðir innan tú ætlar tær undir útbúgving. Í nógvum førum skal ein førleikameting gerast, har longdin á sáttmálanum eisini verður avgjørd.
Útbúgvingarsáttmálan finnur tú her.
Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya. Tá sáttmálin er útfyltur og undirskrivaður, skal hann sendast til heilsuskulin@skulin.fo
