Til vegleiðarar
Ein vegleiðari skal kunna seg gjølla um útbúgving og reglur sum finnast í Námsskipan og útbúgvingarbókini, áðrenn móttøku av næmingum.
Starvsvenjingarplássið skal yvirskipað gera mannagongdir fyri móttøku av næmingum, lestrarumhvørvi o.s.frv. og skal formelt góðkennast av skúlanum, sambært Námskipani.
Vegleiðaraskeið verða árliga hildin á skúlanum, har vegleiðarin m.a. lærir at tulka málini fyri starvsvenjing.
Á vegleiðaraskeiðnum verður eisini gjøgnumgingið hvat tað vil siga at vegleiða ein næming.
Málini fyri starvsvenjingina eru at finna í “støðismetingini” – ið metir “støði” hjá næminginum í starvsvenjingini.