Onki úrslit at finna.
Search by

Kunning til kommunur/almennir stovnar

At gera sáttmála við næming

Næmingar sum ynskja at lesa á Heilsuskúla Føroya, hava nú møguleika at fáa løn undir útbúgving um tey fáa ein sáttmála, við eitt arbeiðspláss.

Sáttmálin er galdandi frá tí degi at hann er undirskrivaður.

Oyðublað til sáttmálan finna tit her. Tit skulu saman við næminginum, fylla oyðublaðið út, og samstundis avgera hvørji starvsvenjingarpláss næmingurin skal í, innan tykkara arbeiðsøkið. Hetta skal setast inn í sáttmálan. Heilsuskúli Føroya syrgir fyri starvsvenjingarplássum til psykiatri (uttan fyri arbeiðsplássi) og til starvsvenjing í somatik hjá heilsurøktaranæmingum.

Tá tit hava fylt sáttmálan út, skal hann sendast til Heilsuskúla Føroya á heilsuskulin@skulin.fo. Hann verður síðani viðgjørdur.

Ynskir næmingurin at verða førleikamettur, skal skjalfesting sendast við, fyri allar viðkomandi arbeiðsroyndir og skúlagongd, sum kunnu stytta útbúgvingina.

Arbeiðspláss sum gera sáttmálar, kunnu søkja endurgjald frá Studna, fyri 80% av lønini, tó uttan eftirlønargjald v.m. Ávísar freistir eru fyri at søkja endurgjald. Sí Studni.fo fyri meira kunning.