
Umsóknarbløð
Á hesi síðu finnur tú umsóknarbløð, antin tú søkir inn á skúlan, um farloyvi ella um tú søkir inn aftur eftir avbrotnan lestur.
Heilsuhjálpari

Skúlabyrjan er tvær ferðir um árið. Til skúlabyrjan í apríl er umsóknarfreistin 15. januar. Til skúlabyrjan í august er umsóknarfreistin 15. mars.
Heilsurøktari

Skúlabyrjan er tvær ferðir um árið. Til skúlabyrjan í januar er umsóknarfreistin 1. november. Til skúlabyrjan í august er umsóknarfreistin 15. mars.
Námsfrøðihjálpari

Skúlabyrjan er eina ferð um árið. Freistin at søkja er 15. mars.
Førleikamett útbúgvingargongd

Freistin at søkja inn á skúlan og at søkja um førleikameting er 15. mars til at byrja í august og 15. november til at byrja í januar.
Umsóknarblað uttan Vangan

Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.
Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.
Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.
Farloyvi

Um tú ynskir at søkja um farloyvi frá skúlagongdini, fyll umsóknarblaðið út og send tað inn til skúlan
Innskriving eftir avbrotna útbúgving

Um tú ynskir at byrja aftur á Heilsuskúlanum






