Onki úrslit at finna.
Search by

21 nýggir vegleiðarir

Seinastu tvær vikurnar hava undirvísarir á Heilsuskúla Føroya havt vegleiðaraskeið fyri starvsfólkum innan heilsuøkið.

Skeiðið endaði fríggjadagin 15. mars, og tá fingu 21 heilsustarvsfólk prógv uppá, at tey nú eru útbúnir vegleiðarir fyri heilsuhjálpara- og røktaranæmingar.

Undirvísarirnir á heilsuskúlanum vilja takka øllum luttakarunum fyri tvær sera góðar og spennandi vikur, og ynskja somuleiðis øllum teimum nýggju vegleiðarunum blíðan byr framyvir.