Onki úrslit at finna.
Search by

Dátuverndarkunning fyri Heilsuskúla Føroya

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Heilsuskúla Føroya at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini. Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí gjørt hesa kunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Heilsuskúli Føroya er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teimum persónupplýsingum, ið vit móttaka um teg. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Heilsuskúli Føroya
Grønudalur 2
950 Porkeri
Teldupostur: heilsuskulin@skulin.fo
Tlf: +298 614210

Á heimasíðuni www.heilsuskulin.fo síggjast fleiri upplýsingar um Heilsuskúlan.

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

2. Nær viðgerð Heilsuskúlin persónsupplýsingar um teg

Heilsuskúlin viðgerð persónupplýsingar um teg, tá ið tað er neyðugt fyri at útinna okkara uppgávur sum almennur myndugleiki.

Viðgerðin fevnir í høvuðsheitum um skráseting, goyming og nýtslu av upplýsingum, sum eru neyðugar fyri at skráseta at vit og tú liva upp til krøvini til tína útbúgving. Upplýsingar um teg verða savnaðar inn í sambandi við námsfrøðilig, fyrisitingarlig og løgfrøðilig viðurskifti.

Heilsuskúli Føroya savnar inn upplýsingar, tá ið:

3. Endamálini við og heimildini fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum á Heilsuskúlanum er at tryggja eina skynsama og skjóta fyrisiting av teimum tænastum og uppgávum, sum vit hava skyldu til at røkja sum almennur myndugleiki.

Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

3.1. Heimild fyri okkara viðgerð

Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum er Løgtingslóg nr.80 frá 7.juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, Dátuverndarlógin. Hon tryggjar rættindini hjá øllum borgarum, og hesi lóg arbeiðir Heilsuskúli Føroya eftir.

Heimildin hjá Heilsuskúla Føroya at viðgera persónupplýsingar er vanliga at finna í Dátuverndarlógini, §8, stk. 1, nr. 3 og 5, og §12, stk. 1, nr. 1, 2, 3, og 8, og stk. 2.

Tá ið vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig, og vísindaligt endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7, stk. 3 í Dátuverndarlógini og er sambært §18. 

4. Sløg av persónsupplýsingum

Heilsuskúli Føroya viðger hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Heilsuskúli Føroya letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar, sum liður í okkara myndugleikaútinnan. Hetta kann t.d. fevna um víðarigeving til, TAKS og Dátueftirlitið, tá hetta er neyðugt fyri at røkja ávísar lógbundnar uppgávur.

Heilsuskúli Føroya letur einans persónupplýsingar víðari, sum vit hava heimild til at lata víðari. 

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini í Heilsuskúla Føroya. 

Í teimum einstøku førum, har veitarar eru at meta sum ”dátuviðgerar”, verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, sum tryggjar, at upplýsingarnar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu og trygdarkrøvum. 

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Heilsuskúli Føroya sendir vanliga ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, uttanfyri ES/EBS.

Um tínar persónupplýsingar verða fluttar útum ES/EBS, tryggja vit okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum.

7. Hvaðan persónsupplýsingarnir stava

Heilsuskúli Føroya viðger upplýsingar, sum stava frá tær sjálvum, herímillum upplýsingar móttiknar í samband við umsókn ella  starvsetan, og tað kann verða beinleiðis frá tær, ella umvegis ein veitara.

Heilsuskúli Føroya kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit móttaka frá øðrum, sum t.d. einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum. Harafturat viðgera vit eisini upplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkaumsiting.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingar verða goymdar

Heilsuskúli Føroya hevur skyldu at tryggja, at persónupplýsingar verða varðveittar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt.

Heilsuskúlin hevur sambært, fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávur o.ø. skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina.

Upplýsingar, ið verða savnaðar til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðar, tí hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá ið hesar upplýsingar ikki longur verða nýttar til hagtalsendamál, verða tær latnar Tjóðskjalasavninum.

Starvsumsóknir frá umsøkjarum, ið ikki fingu starv á Heilsuskúla Føroya, verða strikaðar beint eftir, at kærufreistin er farin.

9. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú ávís rættindi í samband við, at vit viðgera tínar persónupplýsingar.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru ásett í kapittuli 4 í dátuverndarlógini og verða lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og møguleikin fyri at nýta tey veldst um ítøkiliga málið og umbønina.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar á síðu 1 ).

9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

9.2 Rætturin til innlit (§26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

9.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

9.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at vit skulu framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Nýtir tú hendan rætt, so goyma vit og brúka bert persónupplýsingarnar, í tann mun tað er lógarkravt.

9.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

9.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Tú kanst sum skrásettur, til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur tú samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.  Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Heilsuskúla Føroya á heilsuskulin@skulin.fo ella á telefon +298 614210.

10. Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Heilsuskúli Føroya ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo

11. Dátuverndarfólk

Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólkið hjá Heilsuskúla Føroya (felags dátuverndarfólk), Noomi Rasmussen, tlf. +298 555024 ella á telduposti noomir@mmr.fo.