Onki úrslit at finna.
Search by

Útbúgvingar innan røkt, stuðul og umsorgan í Føroyum

Á Heilsuskúla Føroya kanst tú lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara

Søk inn til heilsuhjálpara ella námsfrøðihjálpara, sum byrjar í august 2023.

Enn eru tøk pláss at søkja til heilsuhjálpara og námsfrøðihjálpara. Ynskir tú at søkja, kanst tú venda tær til okkara á tlf. 614210 ella á heilsuskulin@skulin.fo.

Eisini ber til at søkja um førleikameting. Hevur tú í minsta lagið 3 ára arbeiðsroyndir, so kanst tú søkja um førleikameting til hesar útbúgvingar. Tú finnur upplýsingar um førleikameting her á síðuni undir “Førleikamett útbúgvingargongd”, ovast á síðuni.

Freist at søkja um førleikameting er 15. mai. Ring til okkum ella send okkum ein teldupost á heilsuskulin@skulin.fo.

Útbúgvingar

Nýtt: Førleikamett útbúgvingargongd

Tað nýskapandi við hesum leistinum er, at tey førleikamettu verða frítikin frá vanligu starvsvenjingini, so tey sleppa til arbeiðis í teimum tíðarskeiðum har eingin undirvísing er. Harafturat skipar Heilsuskúlin ein part av frálæruni umvegis fjarundirvísing, so tað verður høgligari hjá hesum næmingabólkunum at taka hesar útbúgvingar.

Nýmótans skúli í vøkrum umhvørvi í Suðuroynni

Heilsuskúlin heldur til í flottum umhvørvi miðskeiðis í Suðuroynni. Bygningurin, ið varð tikin í nýtslu í 2009, hevur ljós og rúmlig høli við alskins útgerð, sum hóskar seg til ein nútímans skúla.

Tíðindi