Onki úrslit at finna.
Search by

Námsfrøðihjálparaútbúgving

Lesnaður til námsfrøðihjálpara byrjar í august. Útbúgvingin er samansett av trimum ástøðum, ið eru ymisk til longdar, og tvær starvsvenjingar, sum eru á leið fimm mánaðir hvør. Útbúgvingin tekur 24 mðr

Útvúgvingarlongd

24 mðr.

Starvsvenjing

Tvær/tríggjar ferðir

Skúlabyrjan

Aug.

Umsóknarfreist

15. mars

Umsóknarblað

Um námsfrøðihjálparaútbúgvingina

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Bygnaður av útbúgvingini

Skiftur ímillum skúlagongd og starvsvenjing kring landið.

Upptøkutreyt: 9. flokkur + eitt ára skúlagongd/arbeiðsroyndir av onkrum slag ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Freist 15. mars.

Byrjar í august hvørt ár.

Gevur víðari atgongd til miðallangar útbúgvingar.

Almennar lærugreinar

  • Føroyskt C
  • Samfelagslæra C
  • Enskt C
  • Danskt C

Yrkislærugreinar

  • Námsfrøði
  • Sálarfrøði í námsfr. verki
  • Samskifti í námsfr. verki
  • Heilsa í námsfr. verki
  • Rørsla og ítróttur
  • Náttúra og útilív
  • Talgild mentan
  • Mentan og virksemi
  • Arbeiðsumhvørvi

Ymisk valfak 1-2 vikur.

Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.

Framtíðar møguleikar

Upptøkukrøv

Minsta krav fyri upptøku er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi ella 10. flokk. Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.

Peningaligur stuðul

Sjá meria kunning á www.studni.fo

Avriksflutningur

Næmingur kann søkja um avriksfluting (arf) í lærugreinum, ið hann hevur tikið á sama støði ella á hægri støði, enn undirvíst verður í á viðkomandi útbúgving. Søkjast skal um avriksflutning við útbúgvingarbyrjan og áðrenn 14. dagar eru farnir. Næmingur kann fáa avriksflutning fyri eindir ella partar av eindum í starvsliga útbúgvingarpartinum, um hann/hon kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum. Skúlin metir um og vegleiðir um avriksflutning við skúlabyrjan og næmingurin fyllir út umsóknarblað um avriksflutning, tá útbúgvingin byrjar.

Næmingur, ið hevur avriksflutning í einari ella fleiri lærugreinum, skal fyri at fara í starvsvenjing og til próvtøku, hava í minsta lagi 02 í meðal í øllum lærugreinum

Próvtøkur

Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út