Onki úrslit at finna.
Search by

Útbúgvingar innan røkt, stuðul og umsorgan í Føroyum

Á Heilsuskúla Føroya kanst tú lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara

Útbúgvingar

Nýtt: Førleikamett útbúgvingargongd

Tað nýskapandi við hesum leistinum er, at tey førleikamettu verða frítikin frá vanligu starvsvenjingini, so tey sleppa til arbeiðis í teimum tíðarskeiðum har eingin undirvísing er. Harafturat skipar Heilsuskúlin ein part av frálæruni umvegis fjarundirvísing, so tað verður høgligari hjá hesum næmingabólkunum at taka hesar útbúgvingar.

Nýmótans skúli í vøkrum umhvørvi í Suðuroynni

Heilsuskúlin heldur til í flottum umhvørvi miðskeiðis í Suðuroynni. Bygningurin, ið varð tikin í nýtslu í 2009, hevur ljós og rúmlig høli við alskins útgerð, sum hóskar seg til ein nútímans skúla.