Onki úrslit at finna.
Search by

Starvslýsing

Søkt verður eftir undirvísara við heilsufakligari útbúgving

Søkt verður eftir lærara til fast starv á brøkið 0,75, ella tímalærara, til yrkisfak, serliga innan likamlig sjúka og sjúkrarøkt. Viðkomandi skal hava í minsta lagi 2 ára starvsroyndir innan økið. Ynskiligt er at starvsbyrjan er 1. august 2025.

Um starvið
Starvið fevnir m.a. um:
• Undirvísing
• Vegleiðing til verkætlanarskriving

• Próvtøkuhald
• Luttaka á toymisfundum og felagsfundum
• Tvørgreinaligt samstarv við aðrar lærarar
• Evnisviku
• Lærarar í yrkisfakum, eru umframt eisini kontaktlærarar og flokssamskiparar á skift
• Yrkislærarar hava fasta arbeiðstíð á skúlanum.
• Tað er týdningarmikið, at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Lærarar skulu verða sinnaðir at taka námsfrøðiliga útbúgving, innan 2 ár, eftir at verða byrjaður í starvi.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen skúlastjóra á 294200 ella við telduposti á
vivie.davidsen@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 2. mai kl. 12.00. Sí lýsing á portal.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya: heilsuskulin@skulin.fo, stílað til Vivie Davidsen, stjóra.

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.