Onki úrslit at finna.
Search by

Hús í Fámjin

Stór og hugnalig hús í Fámjin

Húsini eru í trimum hæddum, 75m2 pr hædd, 3 inngongdir, og hava 4 kømur til leigu skúlaárið 2025/26 fyri 2800 um mánaðin pr kamar – við olju, streym og internet, + 1500kr innskot.

Fámjinstunnilin letur upp í juni 2025, og tí ber til at koyra til heilsuskúlan uppá bert nakrar fáar minuttir.

Húsini eru við møblum, og øllum øðrum hentum tingum. Tað er einans neyðugt at flyta inn við egnum klæðum.

Húsini hava sera góð parkeringsviðurskiftir við 2 innkoyringum. Mett verður, at uml. 10+ bilar kunnu standa í túninum í senn.

Á matrikklinum eru aðrir bygningar, sum krambúð, garaga og hoyggjhús – hesi eru ikki við í leigumálinum.

Umframt góð parkeringsviðurskiftir, eru eisini tveir havar, ein frammanfyri og ein aftanfyri húsini.

Áhugaði, ella um tú hevur fleiri spurningar, kunnu seta seg í samband við Margit Teindal á 532929, ella Tummas Óla Teindal á 593773.

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.