Onki úrslit at finna.
Search by

Hús í Porkeri –leiga 2000kr um mðr

Húsini eru í trimum hæddum. Niðast er inngongd og baðirúm. Í miðhæddini er køkur og stova, 2 kømur og 1 baðirúm. Ovast eru 2 kømur afturat. Húsini hava also 4 kømur og 2 baðirúm og stóra køk og stovu.

Við bert 5-7 min í bili til Heilsuskúlan og við busssambandi í túninum er nemt og ómakaleyst at koma ímillum. Húsini liggja mitt í bygdini, og tí eru eisini bert 10 fet yvir til innkeypshandilin.

Prísur er 2000kr fyri eitt kamar við hita, streymi og interneti.

Samband: Poula Tausen á +298 253883 ella Rebekka Tausen á rebekkatausen@hotmail.com

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.