
Kunning um løn undir útbúgving!
5. nov. 2025 | TíðindiLøn undir útbúgving, til útbúgvingar á Heilsuskúla er nú sett í verk. Hetta merkir at tú sum næmingur kanst fáa løn undir útbúgving, um tú fært sáttmála við eitt arbeiðspláss, sum vil gera sáttmála við teg.
Tú skalt sjálv/sjálvur venda tær til eitt arbeiðspláss, og tað er sostatt tín ábyrgd, at biðja um sáttmála, men Heilsuskúli Føroya vegleiðir teg fegin.
Heilsuskúlin hevur oyðubløð, sum skulu brúkast til sáttmálan, og tey finnast eisini her á heimasíðuni, undir hvørjari útbúgving sær.
Tað er ráðiligt, at seta seg í samband við tey arbeiðspláss, tú ert áhugað/ur í, at gera sáttmála við, nakrar mánaðir innan tú ætlar tær undir útbúgving. Í nógvum førum skal ein førleikameting gerast, har longdin á sáttmálanum, eisini verður avgjørd.
Ynskir tú vegleiðing, ella hevur tú spurningar um hetta, kanst tú venda tær til Heilsuskúlan á heilsuskulin@skulin.fo ella á nr. 614210.
