Onki úrslit at finna.
Search by

Løn undir útbúgving

At søkja um løn

Næmingar sum søkja um upptøku á Heilsuskúla Føroya, kunnu antin fáa lestrarstuðul frá Studna, ella fáa ein sáttmála við eitt arbeiðspláss.

Fyri at fáa løn undir útbúgving, krevst at tú hevur sáttmála við eitt arbeiðspláss.

Sum næmingur, kanst tú fáa løn undir útbúgving frá einum arbeiðsplássi. Arbeiðsgevarin, sum tú hevur sáttmála við, gevur tær løn, alt sáttmálatíðarskeiðið, og tín arbeiðsgevari kann síðani søkja Studna um at fáa endurgjald fyri ávísar partar av tíni útbúgving.

Ynskir tú eisini at blíva førleikamett/ur, er tað týdningarmikið, at hetta verður gjørt áðrenn sáttmálin um løn undir útbúgving, verður undirskrivaður, tí tín førleikameting av avgerðandi fyri, longdina á tínum sáttmála.

Tú finnur umsóknarblað til upptøku, oyðublað til sáttmála um løn undir útbúgving og førleikamappu her:

Umsóknarbløð: