
Kunning um heilsuhjálparaútbúgvingina í Havn
Møta á Heilsuskúlanum og Vinnuháskúlanum
Sum nakað nýtt fer Heilsuskúlin nú undir at bjóða ófaklærdum heilsustarvsfólkum, sum eru yvir 25 ár og hava meir enn trý ára viðkomandi arbeiðsroyndir at verða førleikamett, og taka heilsuhjálparaútbúgvingina uppá 25 vikur. Undirvísingin verður blandað soleiðis: Undirvísing á Heilsuskúlanum, á Vinnuháskúlanum í Havn og sum fjarundirvísing.
Flokkurin verður staðsettur á Vinnuháskúlanum í Havn, tó at byrjan og endi á útbúgvingini verða á Heilsuskúlanum í Suðuroy, umframt ein vællærugreinavika. Útbúgvingin fyri førleikamettar heilsuhjálparar, byrjar í viku 32 í 2026 og endar í viku 4 í 2027.
Ein roynd
Í fyrstu atløgu er hetta ein roynd, sum verður gjørd einaferð, bæði fyri at síggja um leisturin gongur sum væntað, men eisini fyri at fáa staðfest áhugan og tørvin. Leisturin skal eftirmetast, tá fyrstu næmingarnir hava fingið prógv. Í mesta lagi 26 næmingar kunnu verða upptiknir í flokkin, og Heilsuskúlin setur sum minsta krav, at 20 næmingar søkja um upptøku, fyri at flokkurin skal verða settur á stovn.
Yvirlit yvir undirvísingar gongdina sæst í talvuni niðanfyri.

Av tí, at hesin leistur skal eftirmetast, er eingin ætlan løgd fyri nær ella um leistirnir verða royndir aftur.
Krøv til upptøku
Fyri at kunna verða upptikin á hendan leistin skalt tú vera minst 25 ár og hava arbeitt við røkt í trý ár ella meira.
Tú verður síðan førleikamett, til at blíva upptikin. Fyri at kunna verða førleikamett, skalt tú innheinta skjøl og váttanir fyri skúlagongd, arbeiðsroyndir o.a.
Kunnað teg um førleikameting, og fá neyðug skjøl at útfylla her.
Umsóknarfreistin at søkja inn á hendan útbúgvingarleistin er 22. mai 2026. Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Heilsuskúlan á heilsuskulin@skulin.fo ella á 614210.
Viðvíkjandi sáttmála um løn undir útbúgving, so kunnu næmingar venda sær til Heilsuskúlan ella til sítt arbeiðspláss hesum viðvíkjandi.