Onki úrslit at finna.
Search by

Fleksleistur á heilsurøktaraútbúgvingini

Skúli og starvsvenjing samstundis

Heilsuskúlin hevur ment ein fleksleist fyri heilsurøktarar, har næmingar taka skúlaskeiðini og starvsvenjingina samstundis.

Næmingarnir koma í høvuðsheitum at vera í skúla tveir dagar um vikuna, og í starvsvenjing tveir og ein hálvan dag um vikuna. Harumframt eigur næmingurin fýra tímar námstíð hvørja viku.

Tað merkir, at útbúgvingin uppá ein mánaða, kemur í høvuðsheitum at síggja soleiðis út:

8 dagar í skúla um mánaðin:

Av hesum eru:

2 dagar í Suðuroynni

2 dagar í Havn

2 x 2 dagar fjarundirvísing

Restina av tíðini ert tú í starvsvenjing og hevur námstíð

Næmingarnir hava fjarundirvísing aðru hvørja viku, í tveir dagar hvørjaferð. Skúlaundirvísing er aðru hvørja viku. Aðru hvørja ferð á Heilsuskúlanum og aðru hvørja ferð í Havn. Skipan av fleksleistinum viku fyri viku er at síggja í talvuni niðanfyri:

Vika 1: undirvísing 16 tímar á Heilsuskúla Føroya, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð
Vika 2: fjarundirvísing í 16 tímar, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð
Vika 3: undirvísing 16 tímar við fysiskari uppmøting, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð
Vika 4: fjarundirvísing 16 tímar, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð

Heilsurøktaraútbúgvingin byrjar í viku 33, og byrjar við innleiðslu á tvær vikur á Heilsuskúlanum.

Yvrlit yvir alla útbúgvingina

Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu allur útbúgvingarleisturin er skipaður, við byrjan í august 2026 og prógvhandan í ávíkavist desembur 2028 ella juni 2029, alt eftir um tú er heilsuhjálpari frammanundan ella ikki.

Ert tú útbúgvin heilsuhjálpari frammanundan fært tú prógv og løggilding sum heilsurøktari í desembur 2028. Ert tú IKKI heilsuhjálpara frammanundan, skalt tú í starvsvenjing aftur frá januar til juni 2029, og fær síðan prógv og løggilding eftir hetta tíðarskeiðið. Í hesi síðstu starvsvenjing er ongin skúlagongd.

Hvussu er hesin leistur meira fleksibul enn áður?

Av tí, at tú tekur skúlaskeiðini og starvsvenjingina samstundis, so er møguleiki hjá tær at vera til staðar á arbeiðsplássinum ella -økinum ein nógv størri part av tíðini, meðan tú útbúgvir teg. Tað merkir sostatt, at tú er tættari uppá títt arbeiðspláss, samstundis sum, at arbeiðsplássið hevur teg í starvið ein størri part av tíðini.

Hesin leistur leggur sostatt upp til, at tú kemur at vera tætt uppá títt heim ein so stóran part av útbúgvingartíðini sum gjørligt. Einastu frávikini eru at byrja við í útbúgvingini, tá ið samansjóðing er (2 vikur), eina viku í august 2028, tá ið vallærugreinavika er, og síðst í útbúgvingini, tá ið próvtøkur eru (uml 2½ viku).

Til næmingar við sáttmála

Tú og tann kommunan/tað eldrasamstarv, sum tú ger sáttmála við, planleggja, áðrenn útbúgvingin byrjar, hvar ið tú skal fara í starvsvenjing. Tit kunnu avtala, at tú tekur allar starvsvenjingarnar (tó undantikið ta einu, sum er á sjúkrahúsi) í tí kommununi/tí samstarvinum, har ið tú býr.

Til næmingar uttan sáttmála

Um tað ikki er møguligt hjá tær at fáa ein sáttmála við eina kommunu ella eitt eldrasamstarv, er tað møguligt hjá tær at taka útbúgvingina og fáa studning frá Studna. Sí meira kunning um studning her.

Hevur tú ikki útbúgvingarsáttmála við eina kommunu/samstarv velur tú, í samráð við heilsuskúlan, tíni starvsvenjingarpláss. Her hevur tú møguleika fyri at velja starvsvenjingarpláss, sum eru so tætt uppá tín bústað sum gjørligt, um tú ynskir hetta.

Soleiðis søkir tú:

Umsóknarfreistin er 22. mai 2026.

Umsókn til at søkja inn á fleksleistin er her.

Heilsuskúlin leggur dent á at hesin nýggi leistur skal eftirmetast. Tískil er eingin ætlan enn løgd fyri nær ella um leisturin verður royndur aftur.

Løn undir útbúgving

Um tú ynskir at fáa løn undir útbúgvingin, er neyðugt hjá tær at fáa ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara.

Tað er ráðiligt, at seta seg í samband við tey arbeiðspláss, tú ert áhugað/ur í at gera sáttmála við skjótast gjørligt.

Útbúgvingarsáttmálan finnur tú her.

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya.

Tá sáttmálin er útfyltur og undirskrivaður, skal hann sendast til heilsuskulin@skulin.fo