
Prógvhandan
23. jun. 2026 | TíðindiHósdagin í síðstu viku var aftur ein hátíðardagur á Heilsuskúla Føroya, tá ið 11 námsfrøðihjálparir og ein heilsuhjálpari fingu prógv.
Tað er ein líka stór løta hvørja ferð, tá ið okkara næmingar verða hátíðarhildnir við prógvhandan her á skúlanum. Hendan dagin merkist ein heilt serligur rómur á skúlanum. Næmingarnir møta øll festklødd saman við teirra nærmastu. Talur verða hildnar og tónleikaframførslur eru.
Vit her á skúlanum samgleðast við tykkum.
Orsøkin til, at bert ein heilsuhjálpari fekk prógv hendan dagin, er, at hon hevur verið partur av einum øðrum holdið, sum longu eru liðugt útbúgvin. Vegna farloyvi, hevur hon staðið útbúgvingina eitt sindur seinni.
Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku og blíðan byr framyvir.

Námsfrøðihjálparir aftast frá vinstru: Djona Suðuroy, Maren Johansen, Guðrún Halldórsdóttir Nielsen, Nanna Norðoy, Anja Næs, Natalia Abelsen Samuelsen.
Fremst frá vinstru: Gunnrið Finnbjørnsdóttir, Heidi Malunardóttir, Yanisa (Nina) Vestergaard, Hans Allan Niclasen, Sonja Dam.

Heilsuhjálpari: Beinta Johannessen.