Fyrsta undirvísing í Havn
25. aug. 2026 | TíðindiÍ gjár, 24/8, hevði heilsuhjálparaflokkkurin, sum byrjaði tann 3. august í ár, sín fyrsta undirvísingardag í Havn.
Størsti parturin av undirvísingini hjá hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum.
Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum.
Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð.
Á myndini vanta nakrir næmingar. Tilsamans eru tað 18 næmingar, sum taka heilsuhjálparaútbúgvingina, við staðseting í Havn.

