
Námsfrøðihjálpara-útbúgvingin
Á Heilsuskúla Føroya ber til at nema sær útbúgving sum námsfrøðihjálpari eftir tveimum ymiskum leistum. Tann upprunaligi leisturin, sum skiftir ímillum fulltíðar skúlagongd og fulltíðar starvsvenjing, uml 12 vikur í senn. Hin leisturin er ein førleikamettur leistur, har ið tú sleppur undan allari starvsvenjing og tekur skúlagongdina uppá 10 mánaðir.
Les meira um teir ymsu leistirnir niðanfyri.