Lestrarvegleiðing
Lestrarvegleiðingin
Ávegis undir útbúgvingini er møguleiki fyri at fá vegleiðing fyri at stuðla fakligu, persónligu og sosialu menningini, umframt læruførleikum næmingsins.
Lestrarvegleiðingin viðvíkur útbúgvingarligum og persónligum viðurskiftum fyri einstaka næmingin áðrenn, ímeðan og eftir lokna útbúgving. Til dømis kann vera tørvur á farloyvi, eitt nú í samband við barnsburð. Lestraravegleiðingin viðvíkur eisini viðurskiftum, sum ávirka læringina hjá einstaka næminginum og trivnaðinum í flokshøpi.
Lestrarvegleiðari er:

Elken kann hittast á tlf ella mail týsdag til hósdag í tíðarskeiðunum 9.30-12.00 og 13.00-15.00.
Ella á telduposti skúlans – heilsuskulin@skulin.fo
Orðblindni
Orðblindni er ein sera vanligur innlærutrupulleiki.
Fleiri næmingar við orðblindni hava tikið útbúgving á Heilsuskúlanum. Um tú ert lesiveik/ur kanst tú fáa hjálp frá orðblindalæraranum
Hesa hjálp kanst tú fáa
- Heilsuskúlin hevur orðblindalærara. Kom í samband við hendan áðrenn tú søkir á skúlan tlf. 61 42 10 ella teldupost: heilsuskulin@skulin.fo
- Tú kanst á Heilsuskúlanum blíva kannað/ur, um tú hevur orðblindni
- Flestu bøkur finnast sum ljóðbøkur
- Vegleiðing fæst til hjálparamboð, ið lætta um lesing
- Tú kanst søkja um longda tíð til próvtøkur