Onki úrslit at finna.
Search by

Víðari útbúgving

Víðari í Danmark

Sum heilsurøktari og námsfrøðihjálpari kanst tú taka proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark.

Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði. Finn meira kunning og kannað altíð nýggjastu upptøkukrøv á www.ug.dk

Víðari í Føroyum

Viðvíkjandi krøvum til upptøku til sjúkrarøktarfrøðing ella námsfrøðing í Føroyum, hygg á www.setur.fo

Í løtuni verður arbeitt við einari broytingarkunngerð, sum ger tað møguligt hjá heilsurøktarum at søkja inn til bachelor í sjúkrarøktarfrøði, og hjá námsfrøðihjálparum at søkja inn á diplomútbúgvingina sum námsfrøðingur, á Fróðskaparsetur Føroya. Fylgjast kann við hesi gongd í miðlunum.

Sjálvlestur

Um tú manglar eina lærugrein, ella skalt hava eitt støði hægri í einari lærugrein, fyri at lesa víðari, kanst tú vera sjálvlesandi á einum miðnámsskúla. Melda til á www.innskriving.fo.