Onki úrslit at finna.
Search by
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Vegleiðaraskeið 2025

mars 24 - apríl 4

Grundskeið fyri vegleiðarum hjá heilsuhjálpara- og heilsurøktaranæmingum verður, á Heilsuskúla Føroya
í viku 13 og 14 í 2025

Báðar vikurnar eru kravdar. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa.

Undirvísingin er ókeypis. Døgurði kann keypast, í kantinuni.

Skeiðsstað: Heilsuskúli Føroya, Grønudalur 2, 950 Porkeri

Umsóknarfreist: 28. februar 2025.
Tilmelding á: heilsuskulin@skulin.fo

Við tilmelding:

Upplýs tína útbúgving, EGNA teldupostadressu og arbeiðspláss.

 

Innihald:

  • Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók – persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.
  • Venjing við at arbeiða við málum fyri starvsvenjing.
  • Venjing í at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum.

 

Tíðir: Skeiðið byrjar mánadag kl. 11.00, báðar vikur. Hinar dagarnar frá 8.30 til 15.00.
Broytingar kunnu koma fyri.
Møtiskylda er, fyri at prógv skal verða givið.

Umsøkjari skal, sum minsta krav, hava grundútbúgving innan heilsufakliga øki.

 

 

Lýsing

Byrjar:
mars 24
Endar:
apríl 4